Nú veit eg hvat “Hamam” er

Vit eru í Alanya og her er fantaaaaastiska heitt! Ohh my.. Ongantíð áður havi eg upplivað tílíkan hita. So hetta má eg líka venja meg við. Eg veit ikki hvat man ger við seg sjálvan, tá tað er so heitt. Tað er sum at búgva í einum sauna, har sveittin lekur av tær 24/7.

Eitt tað fyrsta vit hoyrdu um, tá vit komu til býin var “Turkish bath”, sum eisini verður kallað “Hamam”. Vit fingu at vita at hetta var eitt øðrvísi og stuttligt minni at fáa heim við í kuffertið. Eitt turkiskt bað er nakað sum er serstakt í Turkalandi. Hetta er nakað sum muslimarnir ofta gera hósdag, fyri at “reingera seg” áðrenn teir skulu vitja moske’ina fríggjadag. Hetta er ein gomul siðvenja, sum hevur verið síðani 1500 tali.

Hetta vildu vit fegin royna. Tey bjóða turkiskt bað á hotellinum, so vit hildu at hetta var upplagt at byrja dagin við.

Ein rennvátur maður og strømmum speedos kom og tók ímóti okkum. Eg helt hetta vera nokk so stuttligt, tí hann minti meg um hesar femininu mennirnar sum tosa hálvbrotið enskt, sum man onkuntíð sær í filmum. Men hann var fittur og blíður og leiddi okkum inn í eitt rúm, sum var mestsum eitt sauna.

IMG_3937

Fyrst bæð hann okkum leggja okkum uppá steingólvið, sum var ein hálvan metur uppi frá gólvinum sum hann stóð á. Hann skrubbaði okkum allan kroppin og eg sá hvussu húðin rullaðist av. Eg havi ordiliga særta húð, so fyri meg var hetta eitt sindur pínufult, men eg beit tað í meg.

Síðani kom sápubaðið. Uhh hetta var lekkurt. Hann masseraði okkum væl inn í sápu og man merkti at hann hevði stýr á tingunum. Her var ongin slingur í valsinum. Til seinast oysti hann vatn á okkum, vit einari gullskál. Tadaaa, nú vóru vit rein sum ongantíð fyrr.

Sum nakað eyka, bíløgdu vit okkum eisini eina “full body massage”, og tit kunnu lítið ætla, at hetta var lekkurt. Konan hjá manninum, sum hevði givið okkum tað turkiska baðið, stóð fyri massaguni. Hon førdi meg inn í eitt lítið rúm, við avslappandi instrumentalum tónleiki og sjálvandi var airkondition eisini. Hetta var fyrstu fer eg royndi professionella massagu, so eg var eitt sindur spent. Eg bleiv biðin um at fara úr toppinum og leggja meg á briksuna, sum hevði eitt hol fremst, sum eg kundi leggja mítt andlit í. So har lá eg í ein hálvan tíma, og stardi niður og gólvið sum var klætt við gráum flisum. Viðhvørt blundaði eg, tí hetta var sum at koma inn í annan heim.

Eg eeeeelski at fáa massagu. Tað er tað besta eg veit. Meðan eg lá har, hugsaði eg at hetta vildi eg hava hvønn dag ímeðan eg var her. Tað var so gjøgnumført og eg kendi meg so trygga. Eisini visti eg at hon var dugnalig, tí eg mintist okkurt aftur, frá tíðini á tekniska skúla, har vit lærdu eitt sindur um massagu. Eitt var hvussu er øgiliga umráðandi, og tað var at báðar hendurnar ongantíð skuldi sleppa kroppinum samstundis. Daman sum masseraði mær, gekk rundan um meg, yvir á hina síðuna, uttan at lyfta báðar hendur uppfrá, so hon dugdi sítt kramm Hon var soo dugnalig.

So nú kundi ferian ordiliga byrjað. Vit hava haft eina góða byrjan uppá her í Alanya, og tað var stuttligt at uppliva nakað sum er so sermerkt fyri teirra mentan.

M&K úr Sunny Hill

2 comments

    • Vígdis says:

      Takk fyri tað Sigrid! 🙂 Her er ordiliga deiligt at verða. Fitt fólk og nokk at síggja og uppliva 🙂

Skriv et svar