Nýggj uppskrift í “Á Tilboðsblaðnum” Fleskasteiksburgari

Áhh helle tussirnar eg havi glett meg at deilt hesa uppskriftina við tykkum. Á tilboðsblaðið er borðið út í húsini og hendan lekkra uppskriftin er á síðu 2.

Royn fleskasteikina á ein øðrvísi hátt við hesum lekkra fleskasteiks­burgaranum. Vit eru kanska nøkur sum halda, at tann siðbundni rætturin við fleskasteik kann verða keðiligur í longdini.
Men nú kann vend koma í og fleskasteikin kann fáa ein heilt nýggjan smakk.

15000602_1819451581672942_933496774102481807_o

Hetta er sum ein góður klassiskur búff sandwich men búffurin er skiftur út við fleskasteik. O-M-G! Hetta er guff fyri allar pengarnar. Eg skal líka heilsa og siga, at hetta er ein av favorittunum hjá sjeikinum (og mær). Ein ordans mannfólka máltíð. Men eisini perfekt fyri átfrekar damur sum meg.

Burgarabollar 8 stk.
1 ¼ dl lunkað vatn
1 ¼ dl mjólk
25 g ger
1 egg
50 g sukur
1 spsk. hunangur
40 g bleytt smør
Eitt sindur av salti
450 g mjøl

Set ovnin á 220°.

Byrja við at stoyta mjólk og vatn í ein bolla (tryggja tær, at tað hevur rættan hita), rør so gerina í. Síðani skulu egg, sukur, hunangur, salt og til seinast mjølið í. Elt deiggið væl saman og koyr síðani bleyta smørið í og elt aftur í eina góða løtu. Lat deiggið ganga í umleið ein tíma.

Rulla nú deiggið í átta bollar og lat bollarnar ganga í ein hálvan tíma. Trýst bollarnar flatar og smyr teir við eggi og stroy við onkrum pyntiligum fræi. Bollarnir skulu ganga í ein hálvan tíma afturat, áðrenn teir skulu bakast í ovninum í 12-14 minuttir.


Fylla
Salat
Stoktur leykur
Reyðkál
Súltaðar agurkur
Reytt pesto

Fleskasteikina steikir tú í ovninum, júst sum tú plagar. Tú kanst velja at hava svørðin við í burgaranum ella skera hann av og hava hann sum tilhoyr.

Burgarin verður borðreiddur við heimagjørdum eplabátum og dressingi.

img_8381 img_8395

Tú kanst sjálv avgera hvat tú ynskir í burgaran, men hetta er ein super lekkur samanseting. Et so lekkra knasandi svørin við síðunar av, saman við heimagjørdum eplabátum. Íjøssus íjøssus, sum hetta smakkar.

Bjóða vinfólki ella familju yvir til nátturða í vikuskiftinum, ella yvirraska mannin/sjeikin við hesum vælsmakkandi burgaranum. Tey verða ikki skuffaði, tað er so heilt sikkurt!

Tú finnur uppskriftina til fleskasteiksburgaran á leinkjuni omanfyri. Har finnur tú eisini farnu uppskriftirnar, sum hava verið í Á tilboðsblaðnum seinastu mánaðarnar.

http://ahandil.fo/product/fleskasteiksburgari-77/

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar