Nýggj uppskrift í Á tilboðsblaðnum

So var aftur tíð til eina nýggja uppskrift til Á tilboðsblaðið! Juhuuu

Hesuferð gjørdi eg tvær uppskriftir, har “Pannukøkur á spjóti” er í blaðnum og “Fylt jarðber” kanst tú finna á heimasíðuni hjá Á sum eitur http://ahandil.fo/category/sukursoett-12/. Har hevur SukurSøtt fingið sína egnu síðu, har allar uppskriftirnar koma at liggja. (Omg mína egnu síðu!! Wiie)

Eg valdi at gera hesar báðar uppskriftirnar avtí at summarið er av og hetta kanska varð síðsta freist at nýta tey góðu jarðberini í ár. Báðar uppskriftirnar eru sera lættar, men eisini eru tær vakrar og áhugaverdar fyri eygað. Tað haldi eg eisini hevur stóran týdning.

screen-shot-2016-09-13-at-14-25-46

Eg vóni at tit dáma tær og eg gleði meg til at finna uppá okkurt leskiligt til næstu ferð.

Her eru nakrar eyka leskiligar myndir frá tá dessertirnar blivu gjørdar.

img_5558

Væl gagnist!

M&K

Skriv et svar