Nýggjársmuffur við yvirraskilsi

cakery

Nú er nýttársaftan í nánd og tú havi eg gjørt hesir søtu prýðiligu muffurnar við einum yvirraskilsi í. Eins og vit eru óvitandi um hvat tað nýggja árið fer at bera okkum, líka óvitandi kunnu gestirnir verða tá teir býta í hesar lekkru muffurnar. Tú kanst nemliga sjálv avgera hvat tú velur at koyra í miðjuna. Eg haldi at smá smarties hóska seg væl til nýttári, tí tað er so litfagurt.

Vit hava ikki gjørt so nógv burturúr nýttárinum, og tí hevur tað faktiskt ikki so stóran týdning fyri meg. Eg havi tó altíð ynskt meg til eitthvørt stað har mentanin er eitt sindur øðrvísi, tá tað kemur til at hátíðarhalda nýttárið. Onkuntíð má eg fara at royna tað. Tað sum eg bindi við nýttárið í Føroyum er ketildrakt, gummistivlar, faklar og bál. Og jú tað kann eisini vera hugnaligt, men tað er ikki akkurát eg.

Tá droymi eg heldur um at finna ein fínan nýttárskjóla, eta sushi og drekka søta champagnu. Men hvør veit, kanska eg slett ikki hevði tímað tað, tá tað kom til stykkið. Grasið hevur jú ofta tendens til at verða grønari hinumegin. Men óansæð hvar man er staddur, so er ofta góður matur og til góðan mat hoyrir ein góð dessert eisini til. Hendan er løtt at gera og festlig at eta, so nú fara vit í gongd.

img_9390

Tilfar til 6-8 muffur

120g smør

120g sukur

120 g mjøl

1 tsk bakipulvur

2 egg

1 tsk vaniljusukur

Tilfar til pynt

200 g rómaost

125 g smør

75 g flormelis

smarties

partypinnar

silvur prýðiskúlur

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 175 stig. Píska smørið og sukrið saman, so eingir klumpar eru í. Koyr síðani eggini í og píska aftur væl. Enda við at koyra turra tilfarið í og deil deiggi í 6-8 muffuformar, alt eftir hvussu stórar tú ynskir tær at verða. Baka mitt í ovninum í 20-25 minuttir.

Lat muffurnar kølna. Brúka nú ein knív til at skera eitt hol í miðjuna á hvørjari muffu. tak deiggið uppúr og koyr smarties’ini niður í. Legg nú ein part av deigginum omaná aftur, sum eitt “lok”.

Píska smørið væl og koyr síðani flormelis í. Koyr nú rómaostin í og píska væl til tað hevur ein bleytan konsistens. Um tú heldur at smørkremið er ov bleytt, kanst tú seta tað í køliskápið í ein tíma.

Koyr smørkremið omanyvir muffurnar og pynta við partypinnunum og silvurkúlunum.

So er klárt at borðreiða fyri gestunum.

Eg ynski tykkum øllum ein gott nýggjár og takk fyri eitt deiligt 2016. Ansa eftir tykkum sjálvum og teimum rundan um tykkum, so vit øll kunnu koma heilskapaði inní nýggja árið.

M&K

img_9404

img_8095

Skriv et svar