Nýtt á blogginum!

Sum nakað serligt í Novembur mánaða, fari eg at leggja trý make-up tutorial video út á bloggin, sum íblástur til smynkuna til jólafrokostin.

Her er eitt lítið “sneak peak” til fyrsta lookið sum verður lagt út í morgin.

 img_7035

Eg havi elskað make-up síðani eg var heilt lítil. Eg minnist at mamma plagdi at geva mær kinnareytt og varrastift á jólaaftan. Eg føldi meg sum eina drotning. Vit hava myndir av mær, oyjøssus er síggi stolt út. Mamma hevur altíð smurt seg áðrenn hon fór til arbeiðis, og tað hevur ávirkað meg til at gera tað sama. Fyri nøkur er tað at smyrja sær ein pláva. Fyri meg er tað stuttligt og kreativt. Tá eg var tannáringur var tað ikki so stuttligt, tí eg var rakt av akni. Tá vóru tað dagar har eg slett ikki vildi út um hurðina, tí húðin hjá mær sá so forferdilig út. Men aftaná nógv ár er húðin endiliga blivin okey.

Eg minnist at tá eg bleiv spurd um hvat eg vildi verða tá eg bleiv stór. Svarið var at eg vildi antin verða sangarinda ella frisør. At eg so endaði við at lesa sálarfrøði eri eg glað fyri. Men hini bæði eru stuttlig at hava við síðunar av.

Nú vit nærkast jólum har allir jólafrokostarnir eru á skránni, fekk eg hug at gera nøkur video, har eg vísi ymisk make-up look til veistlur. Tað koma at verða trý look, sum kunnu brúkast sum íblástur til veistlu make-up. Mær dámar sjálv væl at hygga eftir “tutorials” á youtube og aðra staðni. Ofta haldi eg tó at tað er so møtumikið, tí man skal eiga øll tey røttu produktini og bara fyri at fáa húðina at síggja slætta út, nýta tey átta produktir. So eg havi roynt at gjørt tað eitt sindur einkult og lætt.

Tá eg var um 20 ár fór eg á Tekniska Skúla í Tórshavn, har eg fekk prógv sum make-up artistur og stylistur. Eg elskaði tað, men helt tó ikki at eg vildi hava hetta at verða mítt fulltíðarstarv. Síðani havi eg smynkað nógvum vinkonum, og mær sjálvari, men ongantíð nakað professionelt.

Til jólafrokostarnar kann man gott vera eitt sindur eyka kreativur við glimmuri osf. Varrastiftin er eitt must, og lookið kann gott verða eitt sindur ógvusligt.

Kvinnur í Føroyum dáma væl at verað í svørtum, so eg komi at taka útgangstøði í at make-up lookið skal rigga til svørt veistluklæðir.

Tey make-up lookini sum eg fari at leggja út á her, fara at verða til allar kvinnur. Tú skalt ikki nýtast at fara út at keypa tíggju ymisk produktir sum kosta fleiri túsund krónur tilsamans. Nei, tú kanst saktans fáa eitt flott look, uttan at eiga tey fínastu produktini. Eg gangi ikki so høgt uppí at smynkan eg brúki skal vera tey frá teimum dýru merkjunum. So leingi tað riggar, so eri eg glað.

So hetta er nakað tú kanst gleða teg til komandi tíðina. Um tú hevur spurningar ella ynskir, so er bara at spyrja.

M&K

Skriv et svar