NÝTT! “HON – Kvinnublaðið” verður borið út í dag


Eitt nýtt HON blað er útkomið og verður borið út í húsini í dag, og SukurSøtt er sjálvandi við..

screen-shot-2016-10-26-at-09-18-08

(Tað má verða eitt tekin at bloggurin er settur við síðunar av so nógvum lekkrum sjokulátakøkum) MUMS!

Tað sum SukurSøtt bloggar um hesuferð er “Hvussu ávirkar veturin okkara sinnalag?”. Eg valdi júst hetta evnið, tí hetta er sera viðkomandi fyri nógv av okkum hesa árstíðina. “vetrar depressión” er nemliga blivin ein diagnostiserað sjúka og fleiri enn 20% av fólkatalinum í Danmark verða á eitt ella annað tíðspunkt í lívinum rakt av tunglyndi. Bloggurin hesuferð er kanska meira fakligur enn hann plagar at vera, men tað haldi eg eisini at tað skal verða pláss fyri viðhvørt. Eg havi sjálv upplivað at verða rakt av tunglyndi, so tað ger sjálvandi at eg haldi hetta verða enn meira áhugavert. Eisini havi eg funnið nøkur góð ráð til hvussu vit kunnu royna at fyribyrgja ella betra um vetrartunglyndi.

screen-shot-2016-10-26-at-09-21-13Í blaðnum  hesuferð kanst tú lesa um Sunnevu Háberg Eysturstein sum prýður forsíðuna, sum í sjeyð ár hevur staðið handan bardiskin í “Sirkus”. Eisini er nógv annað áhugavert tilfar, millum annað hvussu tú sjálv kanst gera rammur til myndaveggin, ein nýggj feministisk teknirøð og heimakonsert við Lenu og Niklas.

Eisini er ein nýggj síða komin í blaðið, har fokus verður lagt á føroyskar instagrammarar, sum eru verdir at fylgja. Spennandi! Mær dámar so væl instagram og eg finni so nógvan íblástur har, so eg eri ordiliga spent uppá at fylgja hesum.

Blaðið er ókeypis, so tað er bara at hyggja í postkassan, so er lesitilfarið til drekkamunnin klárt. Eisini kanst tú keypa e-blaðið á heimasíðuni hjá sosialinum.

Hvat heldur tú um síðuna hjá SukurSøtt í blaðnum og um blaðið sum heild? Fyri at blaðið kann gerast enn betur vil eg fegin hoyra tína meining.

Góðan lesihug!

M&K

Skriv et svar