Nýtt samstarv við KVINNA.FO!

Wuhuuu!! Eg eri yvirdrivið errin og glað, um nýggja samstarvið við KVINNU!

Eg haldi tað vera fantastiskt, at lítlu føroyar, kunnu hava eitt so flott og innihaldsríkt kvinnublað. Halt kipp ikki tað sær gott út altso. Tað hevur júst røttu mongd av øllum, sum vit kvinnur rokast við. Bæði sólskins søgur, sum eggja okkum til at blíva betur, og tað syrgiliga, ið fær sett okkara smáu trupulleikar í nýtt sjónarhorn.

Tað eru sjálvandi nógv bløð til kvinnur á marknaðinum, men tað er nakað serstakt tá tað er føroyskt. Føroyskar kvinnur, føroyskar søgur og meiningar. Fyri mítt viðkomandi, dámar mær nógv betur at lesa Kvinnu, enn at lesa Eurowoman ella onnur kvinnubløð, tí tað er meira viðkomandi. Tað føroyska málið, er eisini ein fragd at lesa.

Fyri nógvum árum síðani, hevði eg mína frumroynd í Kvinnu. Eg hevði gjørt ein bindi uppskrift, til eina troyggju, sum var í einum eintaki av Kvinnu. Hetta var nokk í 2011-2012. Stokkarnir eru mestsum lagdir á hyllina, og nógv nýtt er tikið fram. Man kann siga at nógv vatn er runnið, oman gjøgnum ánnað síðani tá, men nú verði eg aftur frammi í Kvinnu samanhanginum.

Eg havi leingi haft ein dreym um at arbeiða fyri Kvinnu, so hetta er heilt víst nakað eg eri sera fegin um.

Talan er um ein fastan tátt, sum kemur at verða á heimasíðuni kvinna.fo. Hetta fer at bera heitið “brúdleypsdagbók”, og kemur at innibera mínar tankar, hugskot, ørkymlan og gleði fram til brúdleypið hjá okkum í summar. Sum áður fortalt, bleiv eg ringforlovað í januar mánað, og eri í full sving, við at leggja alt kærleiks sirkusið til rættis.

Tit sleppa millum annað at hoyra um hvussu eg valdi kjólan, hølið, hvat prýði eg ynski og nógv nógv afturat. Eitt er sikkurt, at tað er nógv at taka støðu til, og tað er ikki altíð líka lætt.

Eg gleði meg soo nógv, at deila hesa upplivingina við tykkum og fyrsta brotið kann longu nú lesast HER.

M&K

Skriv et svar