Øðrvísi Rís a la mande

Heyy fittu damur!

Fyrst mááá eg siga hvussu stuttligt tað er at síggja stóru undirtøkuna av kappingini. Tað er so hugnaligt at lesa tykkara viðmerkingar og eg vildi so innarliga ynskt at tit allar kundu vunni hvørja ferð. Hevði tað bara borið til 🙂

Nú havi eg aftur rokast í køkinum. So til allar okkum, sum ikki eru so hepnar at vinna í øllum kappingunum á facebook, kunnu fáa ein treistarvinning her <3

Rísingreyt og rís a la mande er barasta so lekkurt! Eg trúgvi at eg longu havi etið rísingreyt í minsta lagið tíggju ferðir í ár. Onkuntíð  er tað blivið fleiri ferðir um vikuna. Men eg gerist ikki móð at tí, og tað smakkar líka væl hvørja ferð.

img_7765

Eitt kvøld í síðstu viku leyp eitt sindur av rísingreyti av. Tí helt eg hetta verða eitt upplagt høvi at gera ársins fyrsta rís a la mande. Ístaðin fyri vanligu kirsuber sósina, brúkti eg karamell sós og snickers bitar. Hetta smakkaði ordiliga væl!

Byrja við rís ala mande og koyr so skiftivís karemell og snickers bitar ímillum.

Hetta er væl søtari enn tann vanliga útgávan, men eisini lekkurt at royna okkurt øðrvísi viðhvørt.

img_7772

Tað ræður bara um at brúka hugflogið, og soleiðis kann man skapa “nýggar” rættir og dessertir í heilum, við at broyta eitt sindur av tilfarinum.

Hetta er kundi verði ein lekkur dessert til vikuskiftið.

M&K

Skriv et svar