OMG! Hava tit felagskonto?!!

OMG! Hava tit felagskonto?!

Hasa viðmerkingina fái eg viðhvørt, tá eg fortelji at sjeikurin og eg hava eina felagskonto. Ja vit hava eina felagskonto til mat og eina felagskonto til leigu osf. Men veist tú hvat? Tað er genialt!

Piggy-Bank-With-CoinTað er munur á, at búgva aleinaður og at búgva saman við sínum maka. Tá man býr sjálvur, stýrur man sjálvur hvat man skal gjalda hvønn mána, og hvussu nógv man hevur eftir osf. Tá man flytir inn saman við sjeikinum, eru tað brádliga tvey sum skulu deilast, um at gjalda bæði fastar útreiðslur, mat o.a.

Ofta kann tað gerast ørkymlandi at halda stýr á hvør hevur goldið hvat, og hvør skal gjalda hetta og hatta.Vit eru bæði lesandi, so tað er sjálvsagt at vit ikki flóta í pengum. Her eru nøkur punktir, sum hava riggað væl hjá okkum báðum.

  • Sjálvandi hava vit bæði, okkara egnu nýtslu konto.
  • Vit hava eina heildarkontu, har vit flyta eina fasta upphædd inn hvønn mánaða, fyri leigu, og aðrar felags útreiðslur. Peningurin fer sjálvvirkandi av okkara egnu konto, og víðari á sama hátt.
  • Vit hava eina, sum vit kalla matkontan. Her hava vit eitt peningakort hvør, til somu konto. Vit hava roknað út, nøkunlunda hvat vit brúka uppá mat hvønn mánað. So hava vit eina fasta flyting inn á matkonto’na hvønn mánaða, og keypa allan matin av tí kontoni.

Hetta er einfalt, men gevur eitt so gott yvirlit yvir fíggjarstøðuni. Tað tykist kanska ræðandi at hava felagskonto, men tað er ikki soleiðis at man brúkar hesar kontur uppá frítíðar ítriv osf. Hetta er bara til tað sum er felags, so alt sum tú hevur eftir á tínari egnu konto, er einans til títt brúk, tína uppsparing osf.

Vónandi kundi tú brúka hesi rá til okkurt. Um tú hevur okkurt at leggja afturat, so legg endiliga eina viðmerking inn.

M&K

Skriv et svar