Ongin trivnaður, ongin lærdómur.

Menniskjað hevur tørv á, at kenna seg sum ein part av einum bólki. Tað nýtist ikki at verða nakar ávísur bólkur, men øll hava tørv á at føla at onkur annar skilur ein, og leggur í ein.

Fyri at kunna verða førur fyri at taka ímóti nýggjum lærdómi, má ein trívast. Um ein ikki trívist, so leggur heilin orku til teir skeivu tankarnar. Tískil verður heilin yvirstimuleraður, og tað gerst torført at taka ímóti nýggjum lærdómi.

Tað er so ótrúliga umráðandi, tá man velur hvat man vil brúka sína tíð uppá, at man velur okkurt, ið fangar áhugan og okkurt ið ein vil. Soleiðis verður tað ofta lættari og stuttligari. Og um ein følir seg góðan til eitthvørt, hevur ein eisini lættari at slappa av, og at verða til staðar. Tískil er hetta við til at hjálpa einum til at trívast, samtíðis við at ein lærur.

Eg havi mangan roynt at fylgt við í einum fyrilestri ella líknandi, har er b
ara ikki havi klárað at hildið fokus, á tí sum varð snakkað um, tí eg ikki føldi meg væl til pass. Mínir tankar vóru alla aðra staðni, enn har teir skuldu verða. Eg hugsaði um hvussu gentan framman fyri, mundi hava gjørt flættuna í hárinum. Hví hasin har yviri, altíð hevdi hasar keðiligu gularøturnar við og um øll sóu at eg ikki sat við síðunar av nøkrum eg kendi. Hetta vóru ting sum ongan gagn góvu mær, og sum vóru fullkomiliga burturfrá tí, sum eg var komin har fyri at læra. Men av tí at eg kendi meg ótrygga, so kláraði eg ikki at fokusera.

Nógv kenna seg kroysta at fara í skúla, at fara í læru osf. Men skúli er ikki fyri øll. Tað fer hann ongantíð at verða, og tað skal verða okey. Um ein ikki tímur, so fær ein onki burturúr. Men eitt er sikkurt. Brádliga kann tað broytast! Brádliga kann ein finna áhugan fyri onkrum, sum fær ein til sjálvan, til at hugsa um at fara í skúla, tí ein veruliga vil gerast betur til hetta fakið. Hetta er eftir mínum tykki, rætta loysnin, ístaðin fyri at blíva trýstur til skúlagongd. Tá ein sjálvur finnur hugin, kann skúlagongdin blíva stuttlig og lærurík.

Lívið er ov stutt til at gera okkurt, ið ikki ger ein glaðan. Tað nyttar ikki at gera nakað, og kenna seg ólukkuligan. Ein má hava viljan, til at læra. Viljan til at gerast betur og viljan til at arbeiða hart. Til alla lukku, er tað einki sum er rætt ella skeift. Einki sum er betur ella verri enn nakað, sjálvt um tað onkuntíð kann tykjast soleiðis. Men øll eru ymisk, og hava ymsar sterkar síður, sum tey kunnu leggja afturat samfelagnum. So fylg tínum egnu kenslum, og vel tað leiðina ið ger teg glaðan, so skulu tey rundan um teg, sum halda av tær, eisini glaðast tína vegna.

Góðan mánadag til tykkum.

M&K

Skriv et svar