Oops I Did It Again…

13940130_10154462503733856_1726727148_o

 

Eg skuldi ikki gera tað… MEN! Áhh eg eri so veik, at eg kláraði ikki at halda mær.

Júst sum eg var komin til Skálavíkar, fekk eg at vita at Brynja (Klædnabúðin í Skálavík) hevði sett prísin niður á -75%! JAA -75%, tað klári eg ikki at standa ímóti. Tá kann man veruliga gera kvettið! OG TAÐ GJØRDI EG! Tað kostar jú næstan onki!

Sigast skal, at eg altíð finni okkurt lekkurt inni hjá Brynju. Hon hevur nógv av vanligu merkjunum, sum Vero Moda, Only, Sister Point osf. Eg komi altíð út við onkrum í posanum.

Í dag fekk eg eitt heilt sett fyri einans …. (drumroll) 300kr!! 300kr er onki, tá tað átti at kosta 1200kr. Eg fekk einar skógvar (eg eri obsessed við hvítum skóm). Eg haldi, at tað er so frískt og lekkurt til buksur og hasir kunnu sagtans brúkast til ein smartan kjóla eisini. Cowboybuksurnar hava eitt sindur av stretch í, so tær eru ordiliga lekkrar at vera í. Sum við hvítum skóm, elski eg eisini eina pena hvíta t-shirt, og so hevur hendan enntá hesar vøkru blondirnar. Wauw! eg eri totalt seld. Øll pløggini eru so at siga basic, sum eg altíð kann brúka og rigga til tað mesta. Tað kundi ikki verið betur.

So um tú ert á Sandoynni í summar, so máást tú fara framvið Klædnabúðini í Skálavík.

M&K

Skriv et svar