Oreo sjokuláta mousse køka

Soo var ein nýggj uppskrift her!

Eg havi sæð onkrar líknandi køkur og helt eg skuldi fara at royna at gera eina. Nú havi eg endiliga fingið husblas at rigga sum tað skal, og tað er sum um ein nýggur heimur er latin upp. Tá kann man veruliga gera vakrar køkur, sum standa knívskarpar. Haha.. tað kann eisini til tíðir blíva í so skarpt, tá man velur at koyra ov nógv av husblas í. Men heldur eitt lítið sindur ov nógv, enn ov lítið. Hendan køkan er faktiskt løtt at gera, men krevur eitt sindur av tíð, tí at ymiskt skal kølna osf. Men hon smakkar sera væl og so er hon eisini nokk so pyntilig.

 

TIPS: Tá tú gert køkur við mousse ella ostakøkur er sera smart at brúka plastfoliu, innan fyri springformin. Hetta ger at køkan fær ein slættan og meira javnan kant.

 

Tilfar

2 pk. (150 g) oreo keks

125 g smør

 7,5 dl róma (+ til prýði)

4 dl av mjólk

200g mjólkasjokulátu

200g hvíta sjokulátu

12 bløð av husblas

Soleiðis gert tú

Keksabotnurin

  • Tak seks oreo keksir burtur frá til prýði, og knúsa restina av keksunum. Tú kanst antin brúka ein minihækkara um tú ynskir tað ordiliga smátt, ella bara knúsa tær í einum posa fyri meira bit.
  • Smelta smørið og rør tað saman við keksunum, og koyr tað í ein springform við 20 cm tvørmát. (um tú ynskir eitt slætt finish, so kanst tú koyra plastfoliu innan fyri springformin).
  • Set á køl í 30 minuttir.

Sjokulátamousse

  • Legg husblas í vatn.
  • Koyr 2 dl av mjólk í eina grýtu og fá tað uppá kók.
  • Koyr 6 husblas í mjólkina at smelta.
  • Koyr nú hvítu sjokulátuna í grýtuna saman við at smelta og lat síðani kølna.
  • Brúka nú júst somu mannagongd, tá tú smeltar mjólkasjokulátuna.
  • Meðan sjokulátablandini kølna, skal rómin pískast og deilast í tveir partar. (Ikki stilla í køliskápið, tí so kemur skorpa á, og mousse’in klumpar)
  • Tá sjokulátablandið er kølnað, rørur tú fyrst eitt sindur av róma í saman við. Síðani rørur tú restina av rómanum saman við. Ansa eftir at tú ikki rørur ov nógv, tí so kann rómin og sjokulátan skiljast.
  • Koyr hvítu sjokulátamoussina omanyvir keksabotnin og stilla á køl í áleið 30 minuttir.
  • Koyr síðani mjólkasjokulátuna omanyvir og stilla nú á køl í áleið fýra tímar, áðrenn tú loysir springformin frá.
  • So er bara eftir at pynta við róma og oreo keks.

 

Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar