Ostakøka við miniegg

Nú er páskaferia og hetta er tíðin, har vit ofta hava góðar løtur rundan um familjuborðini. Aftur hesu páskini eri eg burturstødd, men eg fekk hátíðarhildið páskini, eitt sindur áðrenn eg fór, hóast eg í núverandi løtu eri stødd í París.

 Henda lekkra ostakøkan er perfekt til dessert, aftaná ein góðan páskadøgurða. Hon er ikki bara vøkur, men eisini frísklig og søt. Ein fer ongantíð skeivur við einari ostakøku.

Ostakøkan tekur eina løtu at gera, tí hon skal standa í køliskápinum, nakrar tímar áðrenn hon kann njótast. Men hvat tá? Hetta kann verða ein hugnalig bakiverkætlan saman við børnunum um morgunin. Tey fara heilt sikkurt at elska at verða við til at gera reiðrið, og leggja smáu minieggini í køkuna. Tað skal nemliga verða hugnaligt at stákast í køkinum. Hevur tú ikki børn at rokast saman við tær, tendra so ein góðan playlista á spotify. Eg kann heilt sikkurt viðmæla ein, sum eg plagi at lurta eftir, sum eitur “kaffepause”. Róligur, hugnalgur og jaligur tónleikur, sum bara kann fáa teg í gott lag.

Køkan sær kanska øgiliga søt út, men avtíð at skalið av appilsin eisini er í køkuni, so er hon faktiskt yvirraskandi frísklig.

Eg haldi at vit fara beint til verka.

Tilfar

140 g smør

300 g digestive keks

600 g rómaost

100 g flormelis

3 ørk husblas

3 dl róma

skalið av 3 appilsinum

100 g miniegg

200 g sjokulátu

Arbeiðsháttur

Knúsa digestive keksirnar og rør tær saman við smeltaða smørinum. Legg bakipappír á botnin á springforminum (uml. 23 cm form), og legg keksablandið niður í. Trýst tað væl niður og stilla tað í køliskápið, ímeðan tú gert fylluna.

Píska rómaostin og flormelis væl saman. Í einum øðrum bolla, skulu 2 dl av rómanum pískast. Nu til husblas. Tú kanst antin gera tað við heitum vatnbað, har husblas smeltar (hetta er tann trygga loysnin). Tú kanst eisini koyra husblas i eina skál vid køldum vatni, lata tað liggja i nakrar minuttir, vinda vatnið úr, og síðani røra tad skjott saman vid einum parti av pískaða rómanum. Tað er umráðandi at píska skjótt, so ongir klumpar verða.

(um tú kennir teg ótrygga við husblas, so kann køkan saktans gerast uttan. Husblas gevur henni tó ein stívari konsistens.)

Blanda síðani alt saman í einum bolla og koyr rivnað skalið av appelsinunum í. Koyr nú helvtina av rómaostblandinum oman yvir keksabotnin og stroy miniegg omanyvir. Síðani skal restin av rómaostblandinum omanyvir. Lat køkuna standa í køliskápinum í fýra tímar.

Til sjokulátalokið hitar tú tann síðsta, 1 dl av róma, skerur sjokulátuna í bitar, og stroyur heita róman omanyvir sjokulátuna og rørir. Tá hetta er blivið til ein samlaðan konsistens, skal sjokulátan stroyast omanyvir køkuna.

Nú skal køkan aftur setast á køl, til sjokuláta lokið er blivið stívt.

Sjokulátareiðrið

100 g sjokulátu

eitt sindur av nudlum.

Kóka nudlurnar, so tær gerast bleytar. Blanda tær síðani við smeltaðu sjokulátuni. Vend einum te koppi á høvdið, legg ein kliptan plastikposa omanyvir og forma reiðrið omaná plastikkið. Stilla tað síðani í frystiboksina, soleiðis at tað gerst stívt.

Tá køkan er klár at borðreiða, tekur tú reiðrið úr frystiboksini og stillar tað mitt omaná køkuna. Fyll tað við miniegg ella øðrum páskaprýði. Enda við at stroya eitt sindur av appilsin skali oman yvir køkuna.

Vælgagnist! Vónandi dámdu tit hana eins væl og vit.

Gleðilig páskir!

M&K

Skriv et svar