Pannukøku Jólatræ

Eg eri sum eitt barn á jólum. Jólini eru uttan iva mín yndis høgtíð. Eg njóti at baka og hugna um heima bæði á jólum og allar aðrar dagar á árinum. Tað stuttliga við høgtíðum er at gera okkurt kreativt sum hóskar seg til høgtíðina. So eg fór í gongd við hetta sera vælsmakkandi jólatræið úr pannukøkum.

img_9205

Tilfar til pannukøkudeigg til eitt jólatræ

2 egg

2 dl mjólk

1 dl havragrýn

2-3 dl av mjøli (alt eftir hvussu tjúkkar tær skulu vera)

1 tsk sukur

1 tsk bakipulvur

1 tsk vaniljusukur

1/2 tsk salt.

Smør til at steikja við

Arbeiðsháttur

Rør eggini og sukrið væl saman. Blandað síðani restina av turra tilfarinum saman í ein annan bolla. Rør síðani turra tilfarið spakuliga saman við eggiablandinum. Koyr nokk av grønari fruktfarvi í deiggi, so tað fært ein vakran grønan lit.Koyr nú smør á pannuna og nýt ein sproytiposa um tú ynskir pannukøkurnar 100% rundar. Ger tíggju pannukøkur í vaksandi støddum.

img_9195

  Legg tí størstu niðast og koyr skiftivís róma, banan og nutella ímillum. Pynta við køkukrymmel. Tá træið skal etast, er lættast at taka tær ovast pannukøkurnar av og borðreiða tað soleiðis. Muuuums hetta smakkar og børnini fara at elska tað.

img_9202

img_9194

Hetta er gott at hugna sær við heima í hesum illveðrinum. Vónandi fáa tit øll ein góðan dag í morgin. Eisini tey sum eru veðurføst.

M&K

Skriv et svar