Pannukøku lagkøka

Nú er alt ov langt síðani eg havi lagt eina uppskrift til tykkum! Tá gerandis dagurin er proppaður við skúlatingum og royndum, so er ikki so nógv tíð eftir til hugna. Men í dag er heilidagur, og tá kann man gott loyva sær at slappa av.

Tað munnu verða fá, ið siga nei takk til eina góða pannukøku. Eg eri í hvussu er ikki ein av teimum. Tað góða við pannukøkunum er, at tað eru óteljandi samansetingar, so tað er bara hugflogið ið setur mørk. So er tað eisini eitt pluss, at tað er sera idiotsikkrað, so tað er sjálvdan at tað gongur heilt galið.

Pannukøkur minna meg um Rasmus Klump og um tá mennirnir koma troyttir og stoltir heim úr haganum. Men mest um eitt hugnaligt kvøld, har mamman fær tað frálíka hugskotið, at smekka eitt pannukøkudeiggj saman, og svinga runt við pannuni, meðan restin liggur og dasar í sofuni.

Við hesari uppskriftini, kanst tú pifta góðu gomlu pannukøkurnar eitt sindur upp. Tú kanst sjálv ráða yvir hvat tú vilt hava ímillum, men her er eitt uppskot, ið hvussu er ikki skuffaði heima hjá okkum. (sær nokk so lekkurt út ha?).

Um tú hevur títt egna yndis pannukøkudeiggj, kanst tú saktans brúka tað.

Tilfar til 7-8 pannukøkur:

4 egg

4 spsk sukur

3 dl mjólk

umleið 150-175 g mjøl

2 tsk vaniljusukur

Píska alt tilfarið saman. Um tær dámar pannukøkurnar tjúkkar, so er bara at koyra meira mjøl í. Koyr smør á pannuna, og so er bara eftir at svinga við hondliðunum, til einki deiggj er eftir í bollanum.

Lat pannukøkurnar kølna, ímeðan tað sum skal í millum, verður gjørt klárt.

Fylla

1/2 litur róma

hindberja súltutoy

hakkaða sjokulátu

fryst hindber til pynt

Píska róman væl. Hann má ikki verða alt ov tunnur, tí so flýtur hann um alt fatið. Legg fyrstu pannukøkuna á lagkøkufatið og smyr eitt lag av súltutoy á. Síðani koyrir tú eitt sindur av pískaða rómanum og stroyir eitt sindur av sjokulátu omanyvir. Hesari mannagongdini heldur tú fram við, til síðsta pannukøkan er løgd omaná. Koyr síðani síðstu mongdina av rómanum ovast, og stroy við frystu hinberjunum.

(um tú ikki eigur júst hetta inni, so ber væl til at koyra annað tilfar ímillum, so sum banan, nutella osf)

Pannukøku lagkøkan er best tá hon júst er løgd saman, so skunda tær og bjóða gestunum til borðs.

Eg vóni at tit hava ein hugnaligan og friðsælan dag heima.

Tað er ofta hesar dagarnar, har eg hevði ynskt at verið heima. Men vit hava eisini nakrar (heilt fáar) familjulimir í Aarhus, og grillin verður tendrað í kvøld, so tað skal nokk blíva gott.

M&K

Skriv et svar