París er ein vakur býur! – Hevur tú sæð myndirnar?

Vit hava spákað runt í París í allan dag. Áhh sum her er vakurt, og so sanniliga nógv at síggja. Í dag vóru vit framvið gomlu kirkjuna Sacré-Cæur og Louvre sum er eitt tað stórsta museumi ú heiminum. Av tí at hetta eru tvey av teimum týdningarmestu atdráttar býarins, so kunnu tit ímynda tykkum hvussu nógv ferðafólk fylgdust við okkum, á somu leið.

Sigurd sigur at frá nú av ynskir hann bara ein “kaffi og croissant” til morgunmat!

 

Tað vóru nógv listarlig fólk á gøtunum, sum bjóðaðu seg fram at tekna eina portrett mynd. Hesin helt seg tó til sína egnu list, sum tit síggja á vøkru myndunum.

Hetta er so vælumtókta kirkjan Sacre-Cæur, sum hevur yvirlivað báðar heimsbardegarnar.

 

   

Í dag fáa tit M&K frá okkum báðum!

Skriv et svar