París er sum ein dreymur!

Fyrst og fremst má eg siga hvussu stuttligt tað er at síggja áhugan fyri páskakøkuni í gjár!! WOW! Tað var eg slett ikki klár uppá. Stuttligt at merkja, at ein kann geva øðrum íblástur, tað ger meg sooo gleða!!

Dagarnir í París hava verið so ótrúliga góðir higartil. Altso her er nógv vakurt at síggja. Ikki bara turist støðini, men eisini bara at ganga runt í smáum gøtum. Fólk eru blíð og fitt, og maturin er fullur av smørið, (júst sum mær dámar tað best).

Alt hvat eg kann minnast havi eg elskað at tikið myndir. Babba hevur altíð haft stóran áhuga fyri myndatøku, og tí er tað bara ein natúrligt fyri meg, at eisini taka myndir. Eg var rættiliga ung, tá eg fekk mítt fyrsta myndatól, og áðrenn tað hevði eg altíð eingangs kamera við á legu osf.

Nú taka øll myndir! Alt skal lagrast, og tað er næstan torført at ímynda sær hvussu tað var áðrenn. Nøkur halda tað verða fjas, at skula hava eina mynd, sum prógv av hvar ein hevur verið. Men fyri meg er tað sera stuttligt at hyggja aftur á, (helst tí at mítt minni er út av lagið vánaligt). Tað er eisini møguliga ein partur av kreativitetinum hjá mær, tí ein mynd kann takast uppá óteljandi ymiskar mátar, so tað ræður um at finna vinkulin ein sjálvur dámar best. Hetta er stuttligt!

So her eru nakrar myndir av býnum, og eftirsum tað var skírishósdagur í gjár, so lat eg meg í hvítu sunnudagssokkarnir við flesum! Hahah.. snakka um minnir. Eg minnist at mamma plagdi at lata meg í sovornar sokkar tá eg var lítil, og eg føldi meg júst líka fína í teimum í gjár, sum fyri 23 árum síðani.

    

      

Sunnudagssokkarnir!

   

M&K

úr París

Skriv et svar