Páskaferia ala Amsterdam

IMG_7660

Nú bleiv endiliga (omg longu) páskaferia! Tíðin flýgur avstað tá man hevur tað gott. Áðrenn man veit av, er tad summar. Ofta haldi eg at man, altíð sær framm til tíðspunkt, sum man gleðir seg til, soleiðis at man ofta gloymir at gleðast, um tað man upplivir beint nú.

Beint nú siti eg í einum bussi. Klokkan er 18.29 og vit hava nú koyrt í meira enn 9 tímar. Tvær vinkonur, Anna, Alberte og eg, eru áveg til Amsterdam. Vit koma framm umleið kl.22 í kvøld. So ja, hetta er ein langur busstúrur.. uttan internet enntá. Men tað veit den, fantastiskt at verða tvungin til at verða í tí selskapi man er í, og ikki hugsa um messenger, facebook, instagram, snapchat osf. Tað er so sjálvdan at man upplivir tað, og sjálvt um eg eisini sjálv eri ring til at sita við telefonuni, so haldi eg tað verða soo syrgiligt, at hatta steindeyða tólið, skal fáa so nógv uppmerksemi. So vit njóta ikki at hava net í 12 tímar, wuhuu!

Nú hugsar tú kanska “hvat ger man á einum 12 tímar langum busstúri?”. Ja tað hugsaði eg eisini nógv um, í gjárkvølidð. Eg vildi fyri guds skyld, ikki keða meg. So eg pakkaði eitt sindur av hvørjum við.

  • Mat! Eg bakaði eina rúgvu av pylsubreyðum í gjárkvøldid, at hava við. Eisini er umráðadni at hava okkurt drekkandi og helst okkurt til søtu tonna.
  • Skúlabók/ur máttu við, tí vit hava fingið ein ordans bunka at feira páskaferiuna við. Men hvat tá, tað er eisini fínasta slag, tá man nú situr her at líka væl.
  • Anna hevur Bezzerwisser spurningar við, so vit eisini kunnu blíva eitt sindur klókari á vegnum.
  • Eg pakkaði tógv og ein heklipinn. Tað havi eg so funnið útav, at tað kanska ikki riggar so væl. Man situr ikki super gott, so tað fær ikki sama hugna stemningin sum heima í sofuni.
  • Alberte hevur damubløð við. Tey eru altíð undirhaldandi, løtt og stuttligt at lesa.
  • Eina “hyggebók”, har tú ikki skal fanga allar detaljur, men har tú heldur slappar av í meðan.
  • Eg tók nakrar partar av yndisseriuni niður á telduna. Tað er ein góður máti at lokka meg sjálva við. So sleppi eg at hyggja eftir einum parti, fyri hvønn kapittul eg lesi!

Nakað eg hevði ynskt at eg hevði tikið við, var eina pútu og eitt teppi, so tað minnist eg til næstu fer. Annars hevur túrurin higartil verið góður og hugnaligur. Tær flenna eftir mær, tí eg siti klistrað ímóti rútinum, fyri at síggja alt vit koyra frammvið. Her er nokk at síggja! Men nú haldi eg so avgjørt at tað er tíð uppá ein steðg, áðrenn bløðrurnar bresta!

M&K

 

 

 

Skriv et svar