Páskaligar RockyRoads v/Creme Egg

Altso mums mums mums!! Sær hetta ikki bara alt for lekkurt út?

Eg velji at kalla hetta eitt slag av konfekt og hendan konfektin inniber alt søtt, ið tú kanst ímynda tær. Oyjøssus, ein drekkamunn og eitt stykki av hesum, so er kvøldið bjargað.

Tilfar:

200 g ljós sjokuláta

200 g hvít sjokuláta

150 g smáar skumfidusir

130 g digestive keks

100 g minieggs ella onnur sjokuláta egg

3 creme egg

Soleiðis gert tú:

Koyr creme eggini í køliskápið, soleiðis at tú fært skorið tey beint yvirum, uttan at tey “brotna”.

Ger ein fýrakantaðan form kláran, við at leggja bakipappír í hann. Eg brúkti bara eitt lítið eldfast fat. Tú kanst velja stødd av fati, alt eftir hvussu tjúkt/høgt tú ynskir tað. Mítt er nokk so høgt, so tað var áleið 20×20 cm.

Knúsa digestive keksirnar í miðal smáar bitar, men ikki heilt smátt.

Smelta fyrst ljósu ljósu sjokulátuna í microovninum, men minst til at røra í hvørt 15’inda sekund, soleiðis at sjokulátan ikki brennur. Rør nú 2/3 av keksunum og skúmfidusunum saman við ljósu sjokulátuni. Koyr sjokulátablandið í klædda eldfasta fatið.

Á sama hátt sum við ljósu sjokulátuni, smeltar tú nú hvítu sjokulátuna. Blanda restina av keksunum og skúmfidusunum í (goym nakrar skúmfidusir til prýði ovast). Koyr hvíta sjokulátablandið omaná ljósa sjokulátablandið í eldfasta fatinum.

Enda nú við at leggja mini eggini, hálvu creme eggini og restina av skúmfidusunum ovast á sjokuláta blandið.

Set á køl, til tað er blivið hart. Sker síðani í hóskandi bitar og borðreið.

Goym tað í einari tætt avbyrgdari eskju.

Vælgagnist

M&K

Skriv et svar