Pitsa við tortilla botni – eitt sindur sunnari

Vikuskifti! Yes!! Leygardagur er totalt mín yndis dagur. Í vikuskiftinum havi eg bara altíð hug til okkurt lekkurt. (Tað havi eg eisini hinar dagarnar, men tá leygardagurin kemur, er tað eitt must!)

Eg mungi altíð eftir pitsa. Altso aaaltíð. Eg kundi etið pitsa hvønn dag og onki er sum eitt lekkurt pitsaastykki til morgunmat. Haha.. ja tað er har vit eru. Meeen altso, tað ber ikki ordiliga til. So til tíðir royni eg at finna ymiskt ið kann etast í staðin, men sum tó minnir um pitsa. Eg havi millum annað roynt blomkálsbotn, og hann smakkar faktiskt heilt fínt. Tað er bara eitt sindur roksugt at gera.

Hesuferð havi eg brúkt tortilla botn og tað er faktiskt ordiliga lekkurt. Hetta er júst sum ein vanlig pitsa, men botnurin er jú væl tynnri og ótrúliga nógv sunnari. Síðani valdi eg oksakjøt við 3-5% feitti og rivnan ost við 13% feitti. So er tað ikki so heilt galið við kalorium, í mun til eina keypta pizza frá nábúgvanum. (tað er skítfarligt at hava ein nábúgva, sum ger og selur sooo lekkrar pizzur, sum okkara ger).

Náhh, aftur til hesa pitsuna. Her skal onki hóvasták til. Brúka tað tú eigur í køliskápinum omaná pitsuna og ger eina lætta salat afturvið.

Eitt eyka tipp – hetta er super lekkurt at hava við til matpakka dagin eftir.

  

Hetta er upplagt um tú fært gestir, men vilt sleppa undan at gera okkurt, sum er krevjandi. Av tí at tær eru so lítlar, so kanst tú eisini gera nógvar ymiskar.

Gott vikuskifti!

M&K

Skriv et svar