Ricecrispies + Mars = HALLELUJAAA

Hetta má vera eitt tað lættasta og lekkrasta at gera! Íjøssus navn, eg kundi liva av hesum. Sigurd og eg hava enntá verið so kúllalig, at vit onkuntíð hava valt at latið vera við at sett tað á borðið til gestirnar, bara so vit sluppu at eta øll sjálvi. Hahaha… jaja, man blívur sjálvsøkin av hesum! SO gott er tað.

 

Uppskriftin er sera einføld og krevur bara eitt sindur av tolsemi. Tað tú skalt brúka er:

4 mars

100 g smør

50 g ricecrispies

Smelta marsini í einari grýtu saman við smørinum. Tá hetta er blivið eitt sindur flótandi, og hevur fingið ein samanhangandi konsistens, so so koyrir tú ricecrispies í. So er bara at røra eitt sindur runt. Tú kanst antin koyra blandið í eina lítla skuffu og síðani skera tað í bitar tá tað er kølnað, ella tú kanst koyra tað í smáar formar, sum eg havi gjørt her.

 

M&K

Skriv et svar