Rullukøka v/ jarðberjum og mars

Ein lekkur og løtt rullukøka slær ongantíð feil.

Er tað kanska eitt sindur ommuligt at baka rullukøkur? Møguliga, men tað ger tað bara enn hugnaligari. Hendan er frísk og søt, júst sum okkum dámar tað. Tú kanst saktans koyra annað tilfar ímillum, so sum banan, aðra sjokulátu osf.

  

Tilfar

Køkudeiggið:

100 g sukur

3 egg

100 g mjøl

1 tsk vaniljusukur

1 tsk bakipulvur

Ímillum og omaná:

400 g frísk jarðber

4 spsk sukur

2 mars

1 sitrón

2,5 dl róma

Soleiðis gert tú:

Byrja við at skera jarðberini smátt, men lat nøkur verða eftir, til at leggja omanyvir rullukøkuna. Koyr tey í eina skál og stroy tey við sukri og vætuni av einari sitrón. Lat hetta standa í 1-2 tímar.

Set ovnin á 175 stig.

Píska sukur og egg saman til ein eggjasnaps. Blanda mjøl, vaniljusukur og bakipulvur saman, og síla tað í eggjablandið. Píska ein løtu og koyr síðani deiggið í eina klædda 20×30 cm bakiplátu (fyri eina lítla tjúkka rulla, sum á myndini) ella í eina vanliga bakiplátu, um tú ynskir eina tynri útgávu. Baka í 15-20 min, til botnurin hevur ein gyltan lit. Tak køkubotnin úr ovninum og vend honum við á eitt sukurklætt bakipappír.

Viðhvørt kann tað verða torført at rulla køkudeiggið, tískil kanst tú royna at rulla tað saman við bakipappírinum, ímeðan køkubotnurin enn er heitur.

Píska nú róman og sker marsini í smáar bitar.

Legg 2/3 av rómanum á køkubotnin, stroy jarðberini omanyvir, men royn og síla tað mesta av vætuni frá. Stroy helvtina av marsbitunum omanayvir og rulla køkuna saman. (Tann styttra síðan av køkubotninum, gevur endaligu longdina á rullukøkuni).

Pynta síðani við restini av rómanum, jarðberunum og marsbitunum.

M&K

Skriv et svar