Hendan vakra jólakringlan er nú blivin mín yndis. Hon er ikki bara vøkur, hon er eisini bleyt og søt. Endiliga ein køka har hvør smálutur ikki skal verða fullkomin. Nei, hesa kunnu øll gera, bæði tey klombrutu og perfektionistarnir. Bjóða teimum smáu við í køkin og gerið jólakringluna í felag. Bæði nissurnar og abbarnir verða glað tá hendan kemur á borðið.
Tilfar
Kringlan
25g ger
1dl mjólk
1 spsk sukur
½ tsk salt
1 egg
100g smeltað smør
Umleið 300-350g mjøl
Fyllan
150 g bleytt smør
150 g putursukur
1 ½ stk kanel
Prýðið
Flormelis
Reyð og grøn smarties
Arbeiðsháttur
Set ovnin á 175 stig.
Kringlan
Hita mjólkina so hon verður flógv, og morla gerina í. Rør síðani saltið, sukrið og eggið í. Hita smørið og stoyt tað í blandið og enda við at koyra mjølið í og elt síðani væl. Hóast deiggið ikki veksur so nógv, lat tað so ganga í ein tíma.
Být deiggið í tríggjar partar og rulla hvønn part til eina langa pylsu. Flætta síðani deiggið saman og samla tað til ein ring.
Fyllan
Elt smørið, putursukrið og kanelið saman við hondunum ella einum pískara. Hetta skal hava ein tjúkkan konsistens. Koyr nú fylluna inn ímillum flættuna og omanyvir. Kringlan er nú klár at bakast mitt í ovninum í umleið 22 minuttir. Tá kringlan er bakað kann hon síggja eitt sindur miseydnað út, men tá prýðið kemur á, sær hon vøkur og rustik út.
Prýði
Ger ein tjúkkan hvítan glasur við flormelis og kókaðum vatnið. Stroyð tað omanyvir kølnaðu kringluna og drússa síðani grønu og reyðu smarties omaná. Stroy til sídst eitt sindur av flormelis oman yvir, so tað líkist kava.
Uppskriftin er eisini í Á tilboðsblaðnum hesa vikuna.
Vælgagnist!
M&K
