Saftig banankøka við havragrýn

getaway-3

Ein banankøka ljóðar kanska heldur óintresant, men altso altso hendan smakkar væl! Mamma plagdi altíð at baka eina køku til vikuskiftið, tí tað mátti man hava. Eg eri púra einig. Onki vikuskifti uttan okkurt søtt til tonna.

Hendan er ordiliga føst og saftig. Ikki ein av teimum, sum eru so luftigar at tær detta frá hvørjum øðrum. Útyvir tað, er hon heldur ikki í tí alt ov ósunna endanum (wuhuuu! Tað er gott í január mánaði). Ikki tí eg havi fingið mær nakað sunt baserað nýttárslyfti, men jú, eg kenni meg eitt sindur stappaða aftaná jólini.

Hendan køkan er skjót at tjumma saman um tú brádliga fært gestir, so tað er bara at leypa útí tað. Um tú vilt verða ordiliga sunn, kanst tú velja at brúka 70% myrka sjokulátu og lata vera við at hava hvítu sjokulátuna omaná. Tað ber saktans til og hon smakkar eisini væl soleiðis.

img_9590

Uppskrift til eina 20×20 cm køku

3 búnar bananir

3 dl havragrýn

1 dl mjøl

2 spsk smør

4 egg

1-2 tsk vaniljusukur

100 g ljósari/myrkari sjokulátu

100 g hvítari sjokulátu omaná

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 175 stig.

Hita smørið so tað verður flótandi og stilla tað at køla.

Mosa bananirnar við einum gaffli og koyr tær í ein bolla. Koyr síðani eggini í og píska. Koyr nú havragrýnið, mjølið og vanijusukrið í og píska. Til síðst koyrir tú smørið og pískar væl, og síðani smáu stykkini av sjokulátu, sum tú vendur spakuliga í deiggið.

Koyr bakipappír í formin áðrenn tú koyrir deiggið í. Baka nú mitt í ovninum í 30-35 minuttir.

Síðani eg bert eftir at smelta hvítu sjokulátuna og stroya hana omanyvir køkuna.

img_9583

img_9607

Vælgagnist og gott vikuskifti.

M&K

Skriv et svar