Síðani nær er jólagávan blivin ein innkeypslisti???

Nú eru vit komin eitt sindur inn í desembur mána og jólaresið koyrur í fyrsta gear. Fólk stressa aftur og fram. Børnini eru troytt av at sita og bíða meðan foreldrini tjakast um tað skal verða ein ipad ella tað nýggjasta Iphone’in til stórusystrina. Tað munnu verða nógv sum brúka fleiri pengar enn tey hava í desembur. Hví? Tí vit vilja so fegin geva tí bestu gávuna. Tí gávuna, sum viðkomandi verður allar gleðast fyri. Um dóttirin ynskir sær eina iphone, og øøøøll hini fáa eina, jamen so má okkara dóttir eisini fáa eina. Annars verður hon kanska stoytt úti, tí hon ikki er eins kul sum hini. Hesin ringurin fær ongan enda, tí gávurnar gerast dýrari og dýrari og trýsti á bæði ungum og foreldrum gerst alsamt stórri. Og ja, ongin vil verða útistoyttur. Sjálvandi ikki, men man ikki vera onkur onnur loysn? Er tað veruliga gávurnar jólini snúgva seg um? Tað er tað kanska fyri nøkur, men vit hava møguleika at læra børnini hvat tað veruliga snýr seg um, og læra tey at verða takksom fyri tað gávuna tey fáa. Tað eru VIT sum hava ávirkan á hetta. Tað er VIT sum leggja grundarlagið. Um dótturin/sonurin fær eina iphone ella ikki, skuldi ikki spælt nakran leiklut, um vit lærdu tey at gleði ikki er tengt at materialistiskum vørum.

img_9094

Eg havi sjálv verið (pent sagt) reyv forkelað. Gávur í høvd og reyv og eg eeeelskaði tað. Tað er eisini deiligt, men eg dugi væl at síggja nú, hvussu ótakksom eg var. Har vóru so nógvar gávur, og ofta alt eg ynskti mær. Men er tað sunt at verða vand við at fáa alt ein ynskir sær?? Hevur tað nakað við veruleikan at gera? Eg trúgvi flest av okkum vita, at hetta hevur onki við veruleikan at gera. Tá vit gerast vaksin, mugu vit stríðast fyri at fáa tað vit ynskja okkum. Hetta mugu vit arbeiða fyri og tað krevur áhaldni, vilja og styrki. Burdu vit ikki lært børnini nakað um veruleikan? Hvussu tað faktiskt er, og at vit ikki kunna vanta at fáa alt vit ynskja okkum?

Nøkur av tykkum hugsa sikkurt nú “Bíða bara til tú sjálv fært børn..”. Og ja, tá fær pípan kanska eitt annað ljóð. Eg skilji væl at man vil forkela síni børn við stórum gávum osf. og sjálvandi er tað upp til hvønn einstaka at avgera tað. Eg haldi bara at tað er vert at hugsa um, hvørjar vanar vit leggja í børnini. Nú sigi eg “vit”, tí eg haldi eisini at umhvørvið og ikki bara foreldrini hava ábyrgd av hesum. Tá vit geva børnunum hesar stóru gávurnar í hópatali er hetta ein stuttskygt gleði. Ongin hevur gott av at verða so forkelaður. Ofta hugsa vit kanska meira um okkum sjálvi enn um barnið. Eg vil verða besta mamman, pápin, omman, abbin, gumman, gubbin, mostir og fastur. Eg vil geva gávuna ið barnið verður allar gleðast fyri. Gávuna barnið fekk frá mær! Tað blívur kanska onkursvegna ein kapping um hvør gevur bestu gávuna. Men..  burdu vit ikki steðga við hesum? Vilja vit ikki læra børnini at tað ikki ræður um hvør gáva er best, størst, dýrast osf?

Sjálvandi eru øll børn ikki eins. Nøkur eru takksom fyri tað tey fáa, sjálvt um tey fáa so nógvar gávur og ikki altíð fáa tað tey ynsktu sær. Alt við máta, og sum sagt, so leingi góð virðir verða løgd við, so nýtist man ikki at taka skaða av at fáa gávur.

So aftur til nakað annað. Eg veit at nógv hava ringt við at halda seg til at geva EINA gávu. Tey vilja fegin geva fleiri, og hví vilja vit tað? Eg havi sama tendens og vil soo gjarna sleppa av við tað. Ein gáva er nokk! Ein gáva er ríííkiligt. Vit líða jú ongari neyð.

Eg hevði gjarna viljað vita hvussu nógv foreldur geva barninum EINA jólagávu og ikki fleiri??(skriva eina viðmerking omanfyri).

Nú eg arbeiði í handli upplivi eg eitt sindur hvussu fólk keypa jólagávur. Ommur, mammur, pápar, systkin, vinfólk osf. koma við A4 ørkum við listum, sum tey hava fingið við jólagávuynskum frá teirra nærmastu. (Eg eri í shok!!!) Altsoo, havi eg misskilt okkurt? ella.. Síðani nær er jólagávan blivin ein innkeypslisti??? Fyri meg, er tað sum at siga: “Tú, eg tími ikki ordiliga at keypa hetta sjálv, kanst tú ikki fara og gjalda hatta fyri meg??”. Hvar er gávan í hasum?? So kunnu vit bara flyta øllum eina upphædd og so kunnu tey sjálvi keypa tað tey vilja hava.

Ein gáva fyri meg, er nakað ið Eg vanti at TÚ verður glað fyri. Altso, eg kenni teg, eg havi áhuga í tær, eg burdi vita okkurt sum tær dámar. Um ikki, so haldi eg at tað er tíð uppá at koma at kenna viðkomandi betur, sum tú skalt geva hesa gávuna. Meginreglan við at geva eina gávu er at hon er frá mær til tín. Tí eigi eg at velja hvat eg ynski at geva tær. (um tú so ikki verður glað fyri hana, so burdi tú skamma teg). Tað er jú ikki sikkurt at vit raka plett hvørja ferð, men hvat so?? So siga fólk.. jamen so er tað spill av pengum. Pengar… Tað ræður altíð um pengar. Jú meira tað kostar, jú størri er virði og jú “betur” er gávan. Aftur her, er gávukeypið komið fullkomiliga út at skíta.

Tað eru alskyns møguleikar tá vit vilja geva eina gávu. Tað nýtist ikki altíð at verða so kostnaðarmikið. Fólk eru so “stressaði” í dag og vit geva okkum ikki stundir. Eitt gávuhugskot kundi verði eitt upplivilsi av onkrum slag. Okkurt sum tú kundi gjørt saman við viðkomandi sum tú gevur gávuna. Eitthvørt ið gevur tykkum eitt felagsminni heldur enn okkurt ting tú kanst hava liggjandi. Prøva og hugsa teg um.

Minnist tú jólagávurnar tú hevur fingið seinastu árini??

Minnist tú hvussu hugnaligt tað var at verða saman við familjuni um jólini??

Hvat minni ert tú gleðast fyri??

Jú eldri vit blíva, jú meira leggja vit í samveruna heldur enn gávurnar. Tað er lekkurt at fáa gávur, men tann hugnin saman við familju og vinum, tað er tað nógv av okkum gleðast mest um á jólum.

Hetta eru nøkur ting ið eru verd at hugsa um (haldi eg). Eg haldi tað er umráðandi at læra børnini hesi virðini. At jólini snúgva seg um at verða saman við teimum man er góður við, at hugna um, at gleða hvønn annan, og at verða takksamur.

Vit MUGU læra at verða takksom fyri tað vit hava og fáa. 

Eg má bara vóna at tey, sum fáa gávur frá mær verða glað, tí eg havi ongan lista at ganga eftir og eg haldi tað verða stuttligt at royna og finna okkurt sum hevði riggað til tey.

Hvussu gongur við tínum jólagávum? og hvat heldur tú um skilið?

M&K

6 comments

  1. Gerda says:

    Vit keypa børnunun eina jólagávu í part og eitt ting í hosuna jólamorgun. Púra samd við tær í tí tú skrivar, at jólagávuresið er farið púra út av kós.

    • Vígdis says:

      Stuttligt at hoyra hvussu tit gera Gerda. Eg haldi tað ljóðar sum eitt frálíkt hugskot við einari gávu 🙂

  2. Pápin says:

    Fekk eg mín vilja, so var tað bert tann eina gávan, og so var slutt.
    Tá man var ungur, so fingu vit okkurt smátt av góðgæti hvønn morgun, í jólakallendarinum, og kanska eina leiku jólaaftan. Men nú skal barnið hava eina leiku hvønn morgun, sjálvt um tað ikki er 3 ár enn. Als ikki neyðugt! Barnið er so mikið ungt, og longu nú er byrjað at siga “PAKKA!”, so skjótt tað vaknar, og hoppar so úr songini og inn í stovuna at fáa handan pakkan.
    Hetta er so mín erfaring, og mamman og omman skipa fyri.

    • Vígdis says:

      Hygga nú! Stuttligt at hoyra at mannfólka sjónarhorn. Eg trúgvi at nógv,eg sjálv íroknað, eru einig við tær.
      Sum tú sjálvur kemur inná. Barnið er so lítið tá hesin vanin verður lagdur í tað. Eg haldi eisini at tað er ov tíðliga og óneyðugt. Men samstundis kenni kensluna av at hava hug at forkela tann man er góð við, og tað er nokk har trupulleikin liggur. Vit hava kanska tendens til at geva eftir okkara egna tørvi ístaðin fyri at hugsa um tað, ið kanska er best fyri barnið.

      Takk fyri viðmerkingina

Skriv et svar