Sjokuláta mousse køka við nøtubotni

    Nýggja køkan, sum er at finna í tilboðsblaðnum hjá Á blaðnum. Ert tú til sjokulátu, so er hendan ordiliga lekkur. Nøtubotnurin hóskar sera væl til tað søta, og gevur heildini eitt lekkurt bit.

Nøtubotnur:

100 g mandlur

100 g hasselnøtur

5 eggjahvítar

200 g sukur

1 spsk hveitimjøl

¼ tsk bakipulvur

Sjokuláta mousse:

 200 g myrk sjokuláta

4 hitaviðgjørdar eggjablommur

3 hitaviðgjørdir eggjahvítar

75 g flormelis

3 dl róma

Prýði: 

Rómi

Jarðber

Hvít sjokuláta

Soleiðis gert tú:

 Nøtubotnur:

 Set ovnin á 175 stig.

Skola nøtirnar og hakka tær fínt í einum minihakkara.

Píska eggjahvítar og sukur til marengs.

Rør nøtur, mjøl og bakipulvur saman við marengsblandinum og koyr tað í ein springform á áleið 20-22 cm, klæddan við bakipappíri á botninum.

Baka mitt í ovninum í áleið 40 minuttir, ella longur, til botnurin ikki er ráður.

Tak botnin úr springforminum og lat hann kølna.

Sjokulátamousse:

Píska eggjablommur og flormelis til ljóst krem.

Píska eggjahvítarnar stívar í einum øðrum bolla.

Píska nú róman í enn einum bolla.

Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og lat sjokulátuna kølna eitt sindur.

Rør eitt sindur av eggjablandinum saman við smeltaðu sjokulátuni, soleiðis at sjokulátan ikki klumpar av hitamuninum. Blanda síðani sjokulátuna saman við restini av eggjablandinum.

Rør síðani spakuliga eggjahvítarnar saman við og til síðst skal rómin rørast í.

Klæð springformin við plastfoliu, koyr nøtubotnin niður í aftur og stoyt síðani sjokulátamoussuna omanyvir.

Klæð springformin við plastfoliu.

Lat køkuna standa í køliskápinum í seks tímar, áðrenn tú prýður við róma, jarðber og hvítari sjokulátu.

Skriv et svar