Sjokulátabumba við mascarpone kremi

Eg má næstan biðja um umbering frá byrjan, tí hetta er ein kaloriubumba frá einari aðrari verð! Eg kann heilsa og siga, at hon eisini smakkar har eftir. Hesin botnurin er eitt tað lekkrasta eg havi smakkað. Tá tú hyggur eftir tilfarinum, sum skal í, so gevur tað eisini góða meining. Sjokuláta, smør og sukur. Ja so blívur tað ikki nógv søtari. Men gott er. Vit skulu eisini hava loyv til at hugna okkum, uttan ringa samvitsku.

Botnurin er faktiskt lekkrast, um tú bakar hann kvøldið fyri. Botnurin er soo saftigur! Har er onki turt yvir honum, bara reint njótilsi. Tú kanst eisini velja at gera tvífaldaða mongd, og síðani gera hana til eina lagkøku. Tað hevði verið ordiliga lekkurt, til ein stóran føðingardag ella líknandi. Tað vildi eg fegin og gjørdi faktiskt tveir botnar, men tað veit den, eg koyrdi ein í frystaran, tí fimm fólk høvdu neyvan klárað at etið ein tílíka. Tað leyp nemliga ein triðjingur av hesari av, so tað var røtt avgerð eg tók. Vit skulu jú minnast til at minka um matoyðsl, ikki sannheit?? 🙂

Hendan er perfekt, nú vit droyma um summar og sól. Hon er nemliga frísklig við berunum á toppinum.

Men áhh helle hon smakkar væl! Eg gleði meg longu til eg sleppi at royna hana aftur!!

Men tit, nú fara vit í gongd! Uppskriftin er einføld, so hetta kunnu øll verða við til.

Tilfar

Botnurin 

200 g smør

200 sukur

200 g myrk sjokuláta

5 egg

1 spsk mjøl

Krem

200 g mascarpone (soleiðis sær mascarpone út)

1,5 dl róma

75 g smeltað sjokuláta

Prýði

Jarðber

Hindber

Bláber

Ella eftir øðrum ynski

Arbeiðsháttur

Vit byrja við sjokulátabotninum. Set ovnin á 180 stig við luft.

Smelta smørið í einari grýtu og aftaná eina løtu, koyrir tú sjokulátuna saman við. Tá hetta er smeltað, koyrir tú sukrið í og rørir væl. Koyr eggini í ein annan bolla og rør við einum pískirísi, so tey fáa ein samlaðan konsistens. Síðani koyrir tú tey í sjokulátablandið og rørir væl. Enda við mjølinum.

Koyr bakipappír í ein springform við diametur á 20 cm. Koyr deiggið í formin og baka mitt í ovninum í 30 minuttir. Um køkan enn virkar alt ov bleyt, gev henni so nakrar minuttir afturat.

Nú gera vit kremið. Byrja við at píska mascarpone ostin. Koyr síðani róman í saman við og píska til kremið fær ein góðan luftigan konsistens, og blanda síðani smeltaðu sjokulátuna saman við. Set á køl, til tað verður koyrt omaná køkuna.

Berini skulu skolast og síðani skerast soleiðis, sum tú ynskir.

 

Vælgagnist fittu damur!

Vónandi gekk tað væl at gera hana, og at eta hana sjálvandi.

Fall hendan í tykkara smak?

M&K

Skriv et svar