Sjokulátakøkan hjá SukurSøtt

Eg kann vera heilt erlig og fortelja at eg ongantíð havi verið fan av sjokulátakøku. Eg haldi tað má vera tí, at eg altíð havi bundið sjokulátakøkna við hesar vanligu brúnakøkurnar við glasuri. Og tað er eitt tað mest keðiliga eg veit um. Tí havi eg heldur ikki bakað sjokulátakøku serliga ofta. Men eg helt tað verða tíð uppá, at finna útav hvussu ein góð og saftig sjokulátakøka kann smakka.

heimsins-besta-sjokulatakoeka

Eg kann líka so væl fortelja tykkum beinanveg, at hendan hevur snýkt seg uppá mín topplista av køkum. Hendan lekkra sjokulátakøkan riggar til alt! Altso, hon er soo bleyt og lekkur. Eg eri púra vekk í henni. Hetta verður 100% ein av mínum “sikkru vinnarum” framyvir um eg fái gestir. Hesari kann man hvussu er ikki skuffa nakran við. Um tú fært nógvar gestir, kanst tú saktans gera eina dupulta portión, og leggja botnarnar omaná hvønn annan, og koyra sjokulátakrem ímillum.

Eg vantaði faktiskt, at tað fór at blíva ov nógv við kreminum omaná, men neinei, tað gjørdi undirverkir. Jú meira, jú betur.

Náhh, men nú er nokk snakkað. Lat okkum heldur fara í gongd við tann stuttliga partin, nemliga at gera køkuna.

Tilfar til eina runda køku við diametur á 16-20 cm

(ein koppur er uml. 2 dl)

1 kopp mjøl

1 kopp sukur

3/4 kopp kakaopulvur

1 tsk bakipulvur

1 tsk natron

eitt sindur av salt

1/2 kopp mjólk

1/4 kopp olju

1 egg

2 tsk vaniljusukur

1/2 kopp kóka vatn

Tilfar til smørkrem

170 g smør

325 g flormelis

65 g kakao

1 tsk vaniljusukur

1/2 dl mjólk

img_9624

Arbeiðsháttur

Set ovnin á 175 stig og smyr formin við smøri.

Byrja við at koyra mjøl, sukur, kakaopulvur, bakipulvur, natron, vaniljusukur og salt í ein bolla og rør tað væl saman. Koyr síðani mjólk, olju og egg í mjølblandið, og píska væl. Enda við at koyra kókandi vatnið í blandið, og píska við høgari fer.

Koyr nú deiggið í formin og baka mitt í ovninum í 30-35 minuttir. Fyri at verða vís í, at køkan er bakað, kanst tú trýsta ein knív mitt í køkuna. Tá knívurin kemur reinur úr, er køkan bakað. Lat køkuna kølna í forminum í 10 minuttir, og tak hana síðani úr, og set hana á kølna á einari rist.

Nú skulu vit gera smørkremið.

Píska smøri og flormelis væl saman, so ongir klumpar eru. Koyr síðani restina av tilfarinum í, og píska væl. Smyr nú smørkremið omanyvir alla køkuna.

Eg havi prýtt køkuna við rivnari sjokulátu og bláberum, men hetta kann saktans skiftast út við okkurt annað.

img_9635 img_9653 img_9667

 So er køkan klár at njóta! Mums!

Eg ynski tykkum øllum ein góðan sunnudag.

2 comments

  1. Guðrið says:

    Hey

    Nú bleiv eg so lekursultin av tær
    Má fara at vita um eg eigi naka tilfar inni.

    Bara ein spurning.
    Brúkar tú smør við ella uttan salt til smørkremið?

    Vh. Guðrið

    • Vígdis says:

      Hey Guðrið, betur seint enn ongantíð. Orsaka mítt seina svar 🙁
      Men eg brúki altíð smør uttan salt, men eg trúgvi kanska ikki at tað hevur so stóran týdning. Nú hevur tú kanska roynt hana? 🙂

Skriv et svar