Skalt tú eisini í brúdleyp í summar? Klædnakrisu? Hygg her!

Ein kjóli – Trý sett!

IMG_3313

Tað er ikki bara festival sesong, men vikuskiftini í summarferiuni eru ofta eisini proppaði við brúdleypum. Eg elski at vera til brúdleyp. Alt er so romantiskt og í eitt kvøld er alt eitt sindur meira ljósareytt og kærleikin er í hásæti. Men aftur her, er stóri spurningurin hvat man skal fara í! Eg skal til eitt brúdleyp í vikuskiftinum, og havi tí hugsað hvussu eg skal gera við mítt outfit. Eg haldi at tað er óneyðugt at keypa ein nýggjan kjóla til hvørt einstaka høvi. Ístaðin kanst tú broyta taskuna, jakkan, smykkir, smynku og háruppsetan, soleiðis at tað sær út sum eitt nýtt sett. Eg havi valt hendan frískliga kjólan til mína roynd, at skapa fleiri ymisk sett, við einum kjóla.

 

 

 

IMG_3318 IMG_3323

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Eitt Einkult Look – Her havi eg sett kjólan saman við svørtum. Svart riggar til alt, so tað er ein trygg loysn. Tað er inn við blómumynstri og longum kimono, so tí helt eg at hetta var eitt frískligt look til eitt summarbrúdleyp. Nú tá kimo’in er so farvurík, so haldi eg skógvarnar einklar og tað sama við taskuni, ella mínari svørtu “clutch”, sum tað eitur á góðum enskum. Hetta er eitt einkult og stílreint look, men ikki keðiligt.

IMG_3338IMG_3340

Eitt Avslappað Look – Til hetta settið, havi eg aftur tikið eina farvuríka og blomstruta kimono at hava uttaná. Av tí at hendan hevur hvítar og aðrar ljósar nuancir í, valdi eg at skifta svørtu stilettirnar út við einar hvítar ballerina skógvar. Hetta settið er eitt sindur meira avslappandi. Men aftur her, er hárið og smynkan nakað sum kann ávirka lookið nógv.

IMG_3305IMG_3337

Eitt Elegant Look – Tað er altíð gott við einum pelsi. Eg føli meg so fína í pelsi og eg haldi eisini altíð at tað riggar so væl hjá øðrum. Tað gevur eitt fínt look. Her eru tveir ymiskir pelsar, sum eg havi átt í fleiri ár. Um tú, sum eg, ikki hevur so long bein, so er eitt gott ráð, at fara í nude littar stilettir um tú hevur ber bein. Hetta leingir beinini. Trúgv mær, hetta ger soo stóran mun. Eg eri bara 1,60 cm, og hjá mær eru nude littu stilettirnar eitt must.

Far og hygg í skápið. Heilt sikkurt tú hevur ein vakran kjóla liggjandi, sum tú kanst pifta upp. Meiningin er ikki altíð at man skal keypa alt nýtt, men heldur skapa eina nýggja samanseting við pløggum man eigur frammanundan. Vónandi fekk tú eitt sindur av íblástri, sum kann hjálpa tær við at minka um stressið, tá tú skalt finna títt sett til veistluna.

P.S. – Í morgin kemur eitt innlegg, um hvussu tú sjálv kanst gera tríggjar lættar háruppsetanir.

M&K

Skriv et svar