SKÍN ’17 – 1/6 – Finn tín fjalda eginleika

Soleiðis! Fyrsta vikan við Monu og Skín’17 er farin afturum bak.

Til tykkum, sum hava lisið við, vita at hvør vika hevur eitt evni, sum høvuðsfokus verður sett á. Hesa vikuna skuldu vit finna okkara fjalda eginleika/r.

Hetta fekk av álvara sett tankarnir í gongd. Sum Mona sigur, so er hetta nakað ið vit hugsa alt ov lítið um. Vit hugsa kanska ofta, at vit kundu hugsað okkum at verði so og so, men gera ov lítið fyri at møta okkara ynskjum. Vit fingu boð um at skriva ein ella helst fleiri eginleikar niður á pappír, sum vit ynskja at arbeiða uppá at finna ella kanska finna fram aftur. Vit hava jú nógvar eginleikar, sum vit hava goymt burtur. Sum børn, eru vit so frí, men sum árini ganga, eru nógvir eginleikar, sum fella burtur. Hetta kann koma av at vit hava fokus á øðrum tingum, men kann eisini verða tí at fólk rundan um okkum, kanska ikki hava stuðlað hesum eginleikanum.

Ein eginleika, sum eg kundi hugsað mær at funnið fram er, at læra at verða meira opin og leggja minni í hvat onnur halda. Ikki tí at eg ikki vil leggja í hvat onnur halda, men ofta gerst hetta ein forðing, sum ikki er til stóran gagn.

Hesa vikuna fingu vit tveir ljóðfílar, sum vit skuldu lurta eftir ímeðan vit gingu ein túr. Eg var tann fyrsta túrin seinasta mánadag. Tað piss regnaði, men áhh sum tað var lekkurt at koma út aftur at renna/ganga. Hóast eg var vát inná bein, tá eg kom heim, so gjørdi tað ikki petti. Eg kom avstað og tað var soooo deiligt! Ímeðan hevði eg Monu í oyrunum,  har hon millum annað fortaldi um, at tá vit hava keðiligar tankar um onkran ella vit irriterast inná onkran, er tað ofta tí tey kanska hava ein eginleika, ið vit sakna í okkum sjálvum. Tit kenna til tað ha?

Áhh helle eg kann gerast ørg inná allar hesar flottu ungu mammurnar, har kilo’ini rapla av teimum aftaná tær hava átt! Haha.. hví irriterar hetta meg? Jú, tað er bara tí eg eri øvundsjúk, inná at kilo’ini rapla av teimum og ikki mær. So tá eg eri ørg inná tær, so er tað onki við tær at gera, men heldur ein trupulleiki eg havi við mær sjálvari. Tað er ein lætti at verða meira tilvitað um, hví og hvussu okkara tankar roksa runt við okkum.

Útyvir ljóðfílarnar, so hava vit eisini skulu gjørt venjingar, sum vit hava fingið á sjónbandi frá Monu. Venjingarnar eru tiknar niður á eitt støði, har øll kunnu verða við. Soo lekkurt at koma í gongd aftur, og helst at merkja at ein er ein partur av einum felagsskapi, har øll arbeiða fram ímóti sama máli. Eisini ger Mona eyka venjingar, tillaga til tær mammurnar sum eru við, so vit verða ordiliga forkelaðar.

Eg kann líka so væl verða erlig og siga at hendan vikan hevur haft sínar upp og niðurtúrar. Hjá einum sukurgrísi sum mær, er tað sera torført at sleppa tí søta. Vit “sleppa” nú at eta okkurt søtt, 1-2 ferðir um vikuna. So tá eg hevði føðingardag mikudagin, tók eg so avgjørt av hesum møguleikanum. Tað er heldur ikki meiningin, at lívið skal verða súrt. Hetta er heldur ikki ein kurur, men heldur eitt fitt spark í afturpartin, sum skal fáa okkum at lata upp fyri teimum jaligu hurðunum, sum koma at fáa tað bestu síðuna fram úr okkum. Og ein hurð ti júst hetta, er ein sunnur lívstílur.

Men ja, stórsta avbjóðingin hesa vikuna hevur avgjørt verið kosturin. Eg kenni eitt sindur meira yvirskot nú og gleði meg at koma í gongd við at gera sunnari uppskriftir. Eg gjørdi okkurt lekkurt í vikuskiftinum, sum tit kunnu gleða tykkum at síggja á SukurSøtt hesa vikuna.

Eg havi mót uppá at hendan vikan skal gerast enn betur. Tað er bara at koma útum hurðina, so er sloppið. Hevur tú eisini gjørt okkurt gott fyri teg sjálva í seinastuni? Tú hevur uppiborið tað, og tað fer at speglast aftur í øllum hinum tú eisini gert.

Er kanska onkur her, sum eisini er við í SKÍN’17? Um so er, hvussu hevur tín vika verið?

M&K

Skriv et svar