SKÍN ’17 – ANTI KURUR + Uppskrift

SKÍN ’17 – Vika 2

Enn ein vika farin afturum. Er tað bara hjá mær, ella gongur tíðin hjá tykkum eisini alt for skjótt??

Ein klárar næstan ikki at fylgja við! Mona hon koyrir á okkum og tað er júst sum tað skal verða. Eg setti mær faktiskt eitt mál í byrjanini av vikuni, sum eg ætli mær at røkka, tá allar seks vikurnar eru farnar. Eg vil gjarna hava mist 3 kilo. Tað haldi eg eri eitt rímiligt mál og avtíð at tað ikki altíð er vektin, sum er avgerandi, so er eisini spennandi at vita hvussu nógvir sentimetrar fara at hvørva. Eg vigaði og tók mát í gjár, og okkurt er í hvussu er hent. (svarið finnur tú longur niðri).

Náhh, men hóast vikan hevur gingið skjótt, so hevur hon verið góð. Evnið hesa vikuna er “ANTIKURUR”. Hetta dámar mær væl. Eg havi snøkt sagt fingið nokk av, at vera á kur! Tað er nakað forferdiligt fjas. Tað heldur í eina tíð, til ein blívur svakur av at telja kaloriur, ikki sleppa at eta sítt yndis bomm, og hava túsund appir, sum fortelja hvussu nógv tú hevur brent, og hvørjar venjingar tú skalt gera í dag. Ongin tímur at liva soleiðis ha? Nei.. bara í eina tíð.

Eg eri komin fram til, at ein ikki skal seta so nógv fokus á, tað at vilja liva sunt. Oyssus eg minnist væl fyrr. Eg var altíð á kur, og tá eg var, so snakkaði eg ikki um annað. OMG tað ringasta eg fái, er at hoyra fólk, sum eru sogin so langt inn í kurin, at tey onki annað síggja og onki annað gevur teimum meining. Hetta er so ósunt fyri okkum, ikki bara kroppsliga men eisini sálarliga.

At hava tað gott í okkara kroppi og at liva sunt, er ein grundleggjandi ynski, men samstundis er hetta bara nakað, sum ikki eigur at fylla ov nógv í okkara tonkum. (um ikki hetta er okkara lívsstarv sjálvandi). Tí mugu vit heldur royna at finna okkum ein lívsstíl, sum vit kenna okkum væl í. Vit kunnu ikki ongantíð eta sukur.. Sjálvandi kunnu vit eta sukur viðhvørt. Vit kunnu eta alt vit ynskja, men heldur minka um mongdina.

Nú fekk eg ein spurning í gjár, um hvussu eg kundi gera so nógvar lekkrar køkur alla tíð, men ikki taka uppá??

Sum eg plagi at siga: Ongin er blivin feitur av einum stykki.

Tað trúgvi eg veruliga uppá. Tað er ikki tað eina stykkið av køku, sum fer at gera meg feita. Men um eg eti trý, so kundi tað hent seg, at tað fór at gera mun. So leingi vit eta við máta, og um tað mesta av hinum eg eti er sunt, so kann man gott fáa sær eitt køkustykki í ny og næ.

Trupulleikin liggur í, at vit ofta eta alt ov nógv. Okkara kenslur stýra okkum, tá vit ganga svangar við innkeypskurvini. Altso eg kenni væl til tað. Skynsemið er fullkomiliga horvið, og vit hava hug til ALT. Tá dagurin hevur verið langur og stravin, og vit eru soo troyttar, tá leita eyguni ofta fram til bommskápið, hóast vit eru greiðar yvir, at vit burdu hildi okkum laaangt burtur. Hetta er freistingar í gerandis degnum, og tær fara altíð at verða har. (tí einu vikuna í mánaðanum, eru tær kanska eitt sindur eyka til staðar). Vit mugu læra okkum sjálvar at kenna, og finna útav hvat riggar til okkum.

Eg eri vaksin upp við, at vit altíð áttu bomm inni og ofta stóð ein skál við onkrum lekkrum á borðinum. Hetta var ikki einstýðandi við at vit ótu av tí alla tíð. Tí havi eg lætt við at síggja freistingar, uttan at hava tørv á at eta av tí. Men ein vinkona hjá mær, hevur tað púra mótsætt. Hon er von við, at um man eigur tað inni ella tað stendur á borðinum, so skal skálin tømast! Har hava vit báðar tveir fullkomiliga ymiskar tørvir og hugsunarhættir. Tí er tað umráðandi at finna útav hvussu TÚ lættari kann finna fram til ein sunnari lívsstíl, sum riggar fyri teg.

Tað góða við SKÍN ’17 er felagsskapurin og skráin. Altso tað er deiligt at onkur er sum skumpar undir. Aftur hesa vikuna fingu vit ljóðfílar at ganga/renna til og video við venjingum. Tað er so lekkurt, tá man er komin í gongd! Tað var tað eisini hesa vikuna, og eg merki longu at eg orki og tími nógv betur. Mona er so góð til at heppa uppá okkum og koma við góðum ráðum.

Hon ráddi okkum til at verða varhugin við, hvat stendur aftanfyri á ymisku vørunum vit eta. Hetta hevur eisini verið gott, tí nógv av tí inniber kanska nógv, ið vit ikki eru tilvitað um. Vit royna at halda okkum til, at eta vørur í maksimum hava eitt sukurinnihald uppá 5%. Hetta nýta vit sum mátistokk, og tað er super. Eg havi gjørt nokk so nógv hesa vikuna, við at finna mær sunnari útgávur av svansi, sum mær dámar væl. Sum sagt, eri eg ein ordans sukurgrísur og mungi hvønn dag eftir onkrum lekkrum. Mær dámar jú so væl at hugna mær, men hetta haldi eg veruliga hjálpur. So ístaðin fyri tað ordiliga søta og feita, eigi eg dadlur, ananas, mango, jarðber, rískeks, muslibar og annað inni, um sukurtrongdin er av tí allar ringasta.

Oyjøøsssus hetta bleiv langt hjá mær, men altso, ein deilig vika! Sum eg fortaldi í byrjanini, havi eg verið á vektini og máta meg. Vektin sigur ikki tað heilt villa, men hon er so minkað við 0,6 kg, men har afturímóti havi eg mist 10,5 cm, so tað sigur eitt sindur meira, um at okkurt altso er hent. Tað er deiligt og eg merki tað eisini væl. Áðrenn skeiðið, hevði eg ikki vigað meg í fleiiiiiri mánaðar. Eg vil heldur merkja eftir, um eg kenni meg væl í mínum kroppi, heldur enn at hyggja eftir einum tali á vektini. Men fyri at fylgja við gongdini hesar seks vikurnar, geri eg tað sjálvandi.

Tað verður spennandi at vita hvat hendan vikan hevur at bjóða.

BANANÍSUR Á SPJÓTI

Eftirsum tað er mánadagur og vit hava brúk fyri onkrum sunnum og lekkrum, at byrja vikuna við, so fáa tit hetta hugskotið við.

Hetta má verða tann lættasta dessertin, sum er, og so er hon enntá lutfallsliga sunn (tað ganga vit jú so sera høgt uppí).

Tað er ongin orsøk at gera søguni longri enn neyðugt. Tað tú hevur brúk fyri er:

>> Bananir <<

>> Frystiboks <<

>> Sjokulátu <<

>> Krymmel<<

>> Íspinnar <<

Sker bananirnar í trý stykkir. Trýst íspinnarnar í bananstykkini, og koyr tað í ein frystiposa og síðani í frystiboksina í nakrar tímar.

Beint áðrenn tú skal borðreiða, smeltar tú sjokulátuna yvir vatnbað. Tak síðani bananpinnarnar úr frystiboksini og dippa teir í sjokulátuna og pynta við krymmel.

VAR HATTA TAÐ?? JA!

Og veist tú hvat? Hetta smakkar faktiskt ordiliga væl! Eg fekk nakrar vinkonur á vitjan eitt kvøldi og hetta var so lekkurt at borðreiða fyri teimum. Allar ótu upp, so tað má verða eitt gott tekin.

Hví ikki eiga nakrar bananísar í frystiboksini? so kanst tú altíð taka teir upp, um tú nú brádliga fært vitjan.

Vælgagnist!

 

M&K

Skriv et svar