SKÍN ’17 – Sjálvsmiskunn, nakað vit allar kunnu blíva betur til

Tíðin flýgur og triðja vikan við SKÍN’17 er farin um bak.

Evnið hesa vikuna “SJÁLVSMISKUNN” er sera viðkomandi fyri nógvar kvinnur. Vit hava allar lyndi til, at verða ljótar við okkum sjálvar. Vit geva okkum sjálvum heitir, ið vit ikki kundu funnið uppá at givið øðrum.

“Áhh eg síggi so tjúkk út í hesum”, “Míni lør eru gigantisk”, “Eg dugi soo illa at orða meg”, “Hví skal eg altíð verða so býtt?”..

Hví er tað okey, at siga hetta við okkum sjálvi, tá tað ikki er í ordan at siga tað við onnur? Burdu vit ikki heldur róst okkum, fyri tað góða vit gera?

Nú kann eg taka eitt dømi. Á myndini tit síggja omanfyri, kundi eg sagt nógv ljót ting. Eg kundi fx sagt, at myndin sær ordiliga uppstillað út, bringan sær eitt sindur skeiv út, og sett spurnaðartekin til, hví mítt andlit hellur so nógv til tí einu síðuna. Men ístaðin fyri at hava fokus á tað negativa, so kann eg heldur venda tí, og síggja tey góðu tingini. (hesi hava vit sjálvi ikki so lætt við at síggja). Nú fari eg so at royna.. snedugt at siga tað hart. Men here we go! Eg haldi at niðurdeilurin situr væl og leggur dent á mína talju, sum er eitt sum eg eri glað fyri, við mínum kroppsformi. Mínar tenn síggja ikki so skeivar út, so tað er eisini eitt pluss. Sum heild haldi eg hetta er ein góð mynd, ið lýsur mína gleði fyri túrin í París. Hetta er ein av nógvu háttunum, har vit kunnu vísa miskunn til okkum sjálvar.

Sjálvsmiskunn er í sama bólki, sum sjálvsálit og sjálvsvirði. Tey trý hava øll okkurt til felags, men eisini hvør síni fokusmál. Tað snýr seg um, at vit læra okkum at vísa kærleika til okkum sjálvi. Hvussu ofta hava vit ljótar tankar um okkum sjálvi? Alt ov ofta! Nú hugsa nøkur kanska, at tað er stravið at hoyra uppá fólk, sum eru proppfull av sjálvsáliti og hava nokk við sær sjálvum. Men tað er slett ikki har vit eru.. Hóast vit hava tað gott við okkum sjálvum, nýtast vit ikki at rópa tað upp millum onnur fólk.

Vit kenna øll hasar typurnar (nú skal eg ikki stigmatisera), men tit vita hvat eg meini ha? Nøkur eru hervilig til at rósa sær sjálvum alla tíðina. Nøkur halda hetta verða sera irriterandi, og eg eri samd í, at tað kann blíva ov nógv av tí góða. Í nøkrum førum, eru tað nettup hesi, sum eru ordiliga ósikkur, og brúka hetta til at fáa viðurkenning frá øðrum. Onnur eru bara so glað fyri seg sjálvi, at tey hava hug at deila tað við øðrum. Tað blívur allar ringast tá viðkomandi ongan løtuans hevur. Men so plagi eg at hugsa, hvussu fantastiskt tað man verða, at trívast so væl við sær sjálvum. Halt kipp ikki! Eg haldi tað verða heilt okey, og tað er deiligt at síggja fólk, ið eru so væl nøgd. Í síðsta enda, mugu vit hava tað gott við okkum sjálvum, áðrenn vit eru før fyri at geva øðrum nakað.

Hetta er tað Mona hevur fortalt okkum um hesa vikuna. Heilt sikkurt vert at hugsa um!

Eg haldi kanska, at hetta er nakað ein blívur betur til við árunum. Tað er í hvussu er mín uppliving. Jú eldri eg blívi, jú minni samanberi eg meg við onnur. Tí tað nyttar veruliga ikki. Eg fari altíð at verða sum eg eri, og hini sum tey eru. Vit kunnu sjálvandi arbeiða við okkum sjálvi, soleiðis at vit mennast. Men tað sum liggur so grundleggjandi í okkum, verður nokk altíð har. Okkara útsjónd, er nokk tað sum vit eru nógvar sum stríðast við. Vit ynskja at síggja soleiðis og soleiðis út. Men vit verða eisini noyddar at verða jarðbundin, og finna útav hvat riggar fyri okkum.

Eg havi aaaaaltíð ynskt mær kløn bein! Altso, líka sum kylling í “Bamse og Kylling”. Men óansæð hvussu nógv eg hevði tapt meg, so hevði eg nokk ongantíð fingið tílík bein. Mín kroppur er bara ikki bygdur soleiðis, og tí er tað rættiliga ógjørligt. Endiliga eri eg í fer við at læra meg at góðtaka hetta, og tað er so deiligt. So má eg heldur royna, at fáa tað besta burturúr tí eg havi.

Er tað ikki líka mikið, um vit hava eitt sindur eyka uppiá? Tað ger ongan mun.. Heldar enn at skelda okkum sjálvar, fyri alt tað vit ikki gera, so skulu vit hava tað okey, við tí vit gera. Vit fáa onki burturúr, at irriterast inná, at vit ikki fóru at venja í dag. Niks! lat tað fara og njót dagin. Góðtak tínar avgerðir ístaðin fyri at lata tær køva teg. Dagarnir eru snøkt sagt ov stuttir, til at ganga og verða skuffaðar av okkum. Hugsa heldur um alt tað góða tú gert, sum kann gera teg gleða og stolta yvir tann tú ert.

Hendan vikan hevur verið so góð. Veðrið hevur verið av tí allar besta, so eg havi fingið fleiri túrar úti í sólini.

Til tykkum, sum ikki eru við í SKÍN’17, men eisini hava hug at gera onkran venjingar heima, so er her leinkja, til profilin hjá Monu á youtube. Har liggja nemliga fleiri venjingarsjónbond, sum øll hava atgongd til. Nógv kann gerast heima í stovuni, og hetta nýtist ikki at taka langa tíð. Trýst HER fyri at koma inn á tað.

M&K

Skriv et svar