SKÍN’17 – Dirvi

Evnið hesa vikuna er sera áhugavert. Tað munnu verða fá, ið ikki ynskja sær meira dirvi. Tað kann brúkast til alt, og ofta er tað júst tann eginleikan, vit mangla fyri at koma heilt har vit ynskja.

Eisini hava venjingarnar og gongutúrarnir verði serstakliga góðir hesa vikuna. Mona fær okkum at renna interval, og tað er eg blivin fan av. Ein veruliga lekkur kensla at trýsta seg sjálva heiiiilt har út. Tað kann eg heilt sikkurt viðmæla. Tað er eisini fantastiskt at koma út í náttúruna. Eg var seinasta túrin í gjár. Eg hevði sovið alt ov lítið um náttina og verið í Týsklandi um dagin og haft gestir. Eg var so troytt, men veðrið var so pent, at eg lat meg í renniskógvarnar og fór út. Ein heilt framúrskarandi túrur! Eg fekk ordiliga reinsa út. Eg var full av orku tá eg kom heim aftur, og tað er eitt sterkt tekin uppá at venjing veruliga gevur okkum nakað. Ikki bara kroppsliga men so sanniliga eisini sálarliga.

p.s. hesir venjingarjakkin hevur fylgt mær í nógv ár eftir hondini, og hann er enn líka góður at verða í.

Aftur til evnið hesa vikuna. Hvat er dirvi?

Dirvi verður ofta sett saman við, at vit gera eitthvørt, hóast hetta kann ræða okkum. Tað kann verða at fara í biograf einsamøll, at fara inn í eitt búr við leyvum, at byrja egið felag osf. Tað nýtist ikki at verða farligt fyri at krevja dirvi av okkum, men heldur nakað ið vit ynskja at vit gjørdu, men ikki hava dirvi til.

Altso altso, tað er ofta eg kundi hugsað mær at tora betur. Men eg vil tó siga at eg tori ótrúliga nógv betur nú, í mun til fyri nøkrum árum síðani. Eg havi eina fatan av, at ein av orsøkunum er at eg eri flutt úr Føroyum. (ikki tí ein ikki kann mennast í Føroyum), men eg haldi tað kann verða torført at flyta síni mørk í einum stað, har øll kennast og øll hava eina meining um tað tú gert. Skilja tit hvat eg meini?

Onkuntíð kann tað kennast torført at bróta síni mørk, framman fyri so nógvum fólki. Tað tætta samanhaldið í Føroyum, er tað sum ger okkara land so fantastiskt, men á júst hesum økinum, havi eg kanska kent tað sum eina forðing at samfelagið er so lítið. Tískil kennist tað, sum eg havi brotið nógv mørk, síðani eg flutti. (ikki fyri at mæla tykkum at flyta haha..) Hetta er sera ymiskt frá persóni til persón, so hetta er einans mín uppliving.

Hesa vikuna havi eg roynt at hugsað um, nær er kenna meg djarva. Tað fyrsta eg kom í tankar um, var tá eg stovnaði SukurSøtt. Eg var so nervøs fyri hesum. Eg hevði ongar royndir, men visti bara at hetta var nakað eg hevði áhuga fyri. Men hvat fóru fólk at halda? hevði eg nakað at bjóða? hvat um ongin fór at dáma tað? Júst hesir tankarnir kunnu køva øll góð hugskot, og tað er soo syrgiligt. Onkuntíð MUGU vit leggja negativu tankarnar til síðis, og í staðin sannføra okkum sjálvar um, at vit nokk skulu klára tað.

So leingi vit gera tað so gott vit kunnu. Um vit stríðast og arbeiða við onkrum við brenna fyri, so ber alt til. ALT ber til. Sum babba plagdi at siga “Vígdis.. tað krevur venjing, venjing og venjing”.. Hetta fekk eg altíð at vita sum barn og tannáringur. Eg veit ikki um eg lurtaði so væl eftir tí tá, men nú skilji eg betur hvat hann meinti við. At venja og gerast betur gevur eisini eina ótrúliga gleði. Uttan at flyta mørk, ber hetta ikki til.

Ímynda tær, um tú gjørdi alt tú ynskti? Ella kanska bara helvtina, so hevði tað eisini verið nógv! Tú kanst byrja við smáum stigum. Finn okkurt í gerandisdegnum, sum tú hevði ynskt varð enn betur. Tað kann verða eitt so lítið ting, sum at spyrja fitta starvsfelagan á arbeiðsplássinum, um tit skulu fara út at eta okkurt kvøldi. Hetta kann verða ooordiliga torført fyri nøkur, tí vit øll hava lyndi til at verða bangin fyri at verða avvíst. Men hvat er tað ringasta sum kann henda? Tú fært eitt nei, og so er tað ikki meira enn tað. Men allarhelst fært tú eitt ja, og tað fer at kennast faaantastiskt!

Eg veit eisini at nøkur ikki vilja fara í eitt venjingar sentur einsamøll. Her er eisini ein upplagdur møguleiki at vísa dirvi. Far avstað við tær. Sum Mona plagar at siga, halt høvdið høgt og gang sum tann drotningin tú ert!

Okkara stórsta forðing er ofta vit sjálvar. Vit halda veruliga, at onnur brúka sína tíð uppá at hugsa um okkum.. Nei tú, eg kann looova tær at tey ikki gera tað. So lat verða við at lata teg stýra av tí, sum tú heldur at onnur hugsa um teg. Ger tað tú hevur hug til og tú fert at fáa eina nógv betur tilveru.

Hetta var fjórða vikan, sum nú er farin framvið við SKÍN’17. Eg kenni ein stóran mun í mínum kroppi og tá eru tað smá val eg taki hvønn dag, ið hava hjálpt mær at komið her til. Hetta hevur ikki verið nøkur kollvelting, men heldur ein góð broyting, ið hendir dag fyri dag.

Um eg kann, so kanst tú eisini!

M&K

Skriv et svar