SKÍN’17 – Gleði! Nakað vit kunnu velja?

Tá eg sá at evnið fyri síðstu viku var GLEÐI, visti eg at hetta var júst nakað fyri meg.

Eg var undir rættiliga stórum trýsti, tí eg skuldi upp í roynd fríggjadagin. Eg var soo nervøs fyri hesari royndini, men eg haldi at hon gekk okey. Tá tað kemur til stykkið, so elski eg faktiskt royndir. Mín heili arbeiðir best undir trýsti, og tá finni eg veruliga útav hvat eg kann. So tá eg sat í royndini í hasar tríggjar tímarnar, tá var eg faktiskt glað, og tá hon var liðug, var eg enn gleðari.

So er gleði nakað vit kunnu velja?

Fyrr trúði eg ikki at man kundi velja at verða glaður. Tað ljóðar kanska eisini for lætt. Men tá ein sigur tað, so meinast tað við, at hvønn dag, hava vit nógv val, ið vit kunnu taka, ið kunnu hava jaliga ella neiliga ávirkan á dagin. Eg kann velja at irriterast inná at eg skal til fyrilestur, at eg skal gera reint, at eg skal venja, at eg skal náa at síggja tey og tey, ella kann eg velja at gleðast um, at eg havi møguleika at fáa nýggjan lærdóm hvønn dag, at eg havi eina íbúð sum eg kann kalla mítt heim, at eg havi góða heilsu og havi møguleika at røra meg og at eg havi vinfólk, sum eg eri góð við og tey við meg.

Tað ræður altíð um, hvørjum sjónarhornið vit VELJA at síggja tingini frá.

Mona gav okkum nakrar skrivligar uppgávur hesa vikuna. Tað er nemliga ordiliga smart at fáa okkara tankar, niður á pappír, so vit hava teir ítøkiliga framman fyri okkum. Hetta vóru spurningar, sum fingu okkum at hyggja aftur á, hvat plagdi at gleða okkum, ella hvat vit halda verða stuttligt og hvørji áhugamál vit hava ið gleða okkum. Tað er okkara ábyrgd at fylla okkara dagar við tí, sum gevur lívinum gleði og innihald.

Eg eri kanska ein av teimum, sum er øgiliga í kontakt við mær sjálvari. Eg trúgvi at nógv halda at tað má verða nakað stravið. Men eg minnist ikki at eg nakrantíð havi verið øðrvísi, so kanska eg bara altíð hava verið eitt sindur eyka kenslusom. Hetta eri eg von við, og eg haldi eg havi lært at síggja tað sum ein fyrimun. Sigurd plagar at flenna eftir, at eg á okkara fyrstu “date”, spurdi eg hann “Ert tú glaður?”. Ja.. smalltalk er ikki akkurát eg, so eg skar beint inn til beinið. Haha.. hann øtaðist! Hvat var hetta fyri nakað at spyrja um. Og ja, tað var kanska nokk so djúpt, at byrja við. Sum eg skilti á lagnum, hevði hann ongantíð sett sær sjálvum hendan spurningin. Og hann er neyvan tann einasti.

Eg havi ikki altíð verið tann gleða Vígdis, sum eg eri í dag. Tað hava verið tíðarskeið, har eg havi verið heilt har niðri, har man ongan útveg sær. Men hesum kann man eisini arbeiða við, og í dag, vildi eg ikki verið hasi tíðarskeiðini fyri uttan, tí tey hava lært meg so nógv. Sum eg eri blivin eldri, havi eg veruliga lært hvussu stóra megi vit sjálvi hava, til at skapa okkum eina eydnusama tilveru. Hetta kann sjálvandi verða torført, tá ein møtir mótgangi og skal ígjøgnum hørð tíðarskeið. Og sjálvandi kunnu vit ikki kenna okkum glað ALLA tíðina. Men prøva og hugsa um, hvussu nógv tú hevur at gleðast um. Er tað ikki ótrúligt??

Eg fái næstan ilt í hjarta, tá eg byrji at hugsa um alt tað eg havi í mínum lívi. Eg blívi næstan nervøs, og fái ein ótta fyri, at nú má okkurt keðiligt skjótt fara at henda, tí tað kann ikki passa at eg skal verða so heppin. Men hetta nyttar onki. Um vit umringa okkum við góðum menniskjum, og loyva okkum sjálvum at gera tað vit elska, so eru vit væl á veg.

Hvønn dag kenni eg gleði, og tað er allar mest frá teimum smáu tingunum. At ganga niðan í skúlan og heim aftur haldi eg vera so deiligt. Fríska luftin, fuglaljóðið og at síggja onnur fólk tralla framvið. Hetta er lívsjáttandi og gevur mær íblástur. Hesin gongutúrurin krevur onki av mær og gevur tó so nógv. Har er onki yvir honum, sum er “over the top”, men at líka væl nóg mikið til, at hetta gevur mær eyka orku til dagin.

Nakað ið veruliga kann verða við til at geva okkum gleði, er venjing, tí venjing gevur okkum orku. Hetta er ein sera týdningarmikil miðil, tí orkumangul kann ofta elva til at vit hava lættari til at gerast ó. Um vit eru væl fyri og úthvíld, so hava vit lættari at síggja tað góða framum tað ringa. Men tá vit eru troytt, so blíva vit skjótt ørkymlaði og siga og gera ting, ið vit kanska angra aftaná. So ein vegur til gleði, er heilt sikkurt ein góð heilsa, so vit kenna okkum væl í okkara egna kroppi.

Men gleði er individuel. Hetta er ein kensla, ið bara vit sjálvi føla. So nakað ið gevur mær gleði, er ikki einstýðandi við at tað eisini gevur tær gleði. So finn tú útav, hvat í tínum gerandisdegi gleðir teg. Royn so og dyrka hetta. Ikki loyva tær sjálvari at siga “jamen eg havi ikki tíð, eg skal hetta og hatta”. NEI! tú hevur uppiborið at gera ting ið gleða teg, tí hetta fer at hava eina jaliga ávirkan, á alt annað tú gert.

So nú er bara ein vika eftir av SKÍN’17. Tíðin flýgur avstað, og tað er onki annað at gera enn at renna aftaná.

M&K

Skriv et svar