SKÍN’17 – Nærvera! Ert tú til staðar har tú ert?

Tað veit den.. Her hevur verið stilt á blogginum í nakrar dagar. Eg havi snøkt sagt valt at tikið mína roynd fram um SukurSøtt, hvat halda tit? ikki so býtt ha? Tað er ikki bara bara, og tað hevur kraft mítt fulla fokus. So tí umberi eg fyri at tað hevur verið so stilt, men samstundis er eg fegin um, at eg endiliga havi lagt alla mína orku í mína útbúgving, tí hon hevur soo nógv at siga fyri meg.

So í øllum royndarhalløjnum, havi eg ikki givið mær tíð til so ræðuliga nógv annað. Alt hevur líka sum verið lagt á hyllina, og tað merkir eisini at eg ikki havi verið líka røsk, at gjørt allar venjingarnar og gongutúrarnar, sum Mona annars hevur lagt til rættis til okkum. Soleiðis er tað viðhvørt. Men í morgin, fái eg summarferiu, og tá ætli eg mær aftur í gongd. Til alla lukka hava vit venjingarnar og ljóðfílarnar í eina tíð afturat, so eg veit at vit eru fleiri, sum ætla okkum at halda fram við at brúka hetta.

(Til tykkum sum hugsa, “hvat sørin er hetta SKÍN’17, hon snakkar um?”, so kunnu tit lesa meira um tað HER)

Tað hevur nemliga verið sooo deiligt at verið partur av hesum skeiðnum hjá Monu. Eg hevði veruliga brúk fyri at fáa eitt skump í afturpartin, og tað syrgdi Mona fyri. SKÍN’17 hevur heilt sikkurt verið eitt hæddarpunkt hjá nógvum damum, hesar seinastu seks vikurnar. Eitt stórt herðaklapp til fittu Mona, sum er seo deiliga full av lívsgleði, og tað smittar!

Hóast eg ikki havi fullført allar venjingarnar, so havi eg lurtað eftir ljóðfílunum. Eg kláraði snøkt sagt ikki at lata verða, tá eg sá at síðsta evni var NÆRVERA! Er tað nakað sum er viðkomandi í 2017, so er tað júst hetta.

(hetta hevur eisini verið tað besta við skeiðnum SKÍN’17, at tað eisini hevur verið fokus á tí sálarliga partinum av einari sunnari tilveru)

Nærvera er nakað sum eg seti so stóran prís uppá, tá eg eri saman við fólki. Við nútímans tøknini er tað næstan sjálvdan, at ein upplivir nærveru. So seint sum í dag, snakkaði eg við eina vinkonu um hetta. Hvussu skulu vit deila okkara nærveru, tá vit eru ímillum fleiri fólk? Eg síggi til dømis ofta, at mammur, hava torført við at finna eina javnvág, har tær bæði geva barninum og gestunum 100% nærveru. Eg skilji tær væl og ber tað yvirhøvur til at verða til staðar fleiri staðni í senn? Tað eri eg ikki greið yvir, men nøkur megna tað nokk betur enn onnur. Soleiðis er tað jú við øllum. Trupulleikin er at vit verða drigin í ymsar rætningar, og tískil hava trupulleikar við at verða har vit eru.

Tað eina kvøldi í hesari vikuna, var eg soo troytt.. eg sovnaði á sofuni kl.19.30 og tað plagar ikki at henda.. eina løtu seinni flutti eg meg inn í kamarið og lá har og durvaði víðari. Náhh.. eg vakni so aftir um níggju-tíggju tíðina og hvat? eg havi onga telefon inni í kamarinum (KRISA!). So har liggi eg .. fór at hugsa.. (hvat gjørdi eg áðrenn eg átti telefonina?).. So fór eg at hugsa um, tá eg plagdi at verða og vitja ommu á strondum. Tað var áðrenn tøknin tók yvir..

Tá sótu vit bara har.. eg plagdi at sita uppi á borðinum og lena meg inn ímóti køliskápinum og hyggja út ígjøgnum vindeygað. Onkur gekk framvið vindeygað, onkur gekk niðri á kajuni, og tað var líka sum tað. Eg hevði tíð at keða meg. Tí at fáa hugskot, práta og bara lurta eftir hvat hini snakkaðu um. Eg var til staðar, tí har var onki annað, ið órógvaði meg. (okey, eg sovnaði eisini rættiliga ofta, men tit skilja hvat eg meini). Hetta var ein heilt annar heimur, sum eg tó eri sera glað fyri at eg slapp at verða barn og tannáringur í.

Eg veit væl at tíðirnar eru broyttar og vit hava aðrar tørvir nú. Men tað tykist sum um, at okkara tørvur á nærveru er minkaður. Ella er hann bara skumpaður til viks? Sosialu miðlarnir stjala okkara dýrabæru nærveru, og tað er gyseligt! Heldur tú ikki tað? (eg eri sjálv hervilig, til at sita við telefonini, so tað er ikki tí eg skal pussa gloriuna).

Men tað besta eg veit er tá tað er púra friðarligt. Onki sjónvarp, onki radio, bara Sigurd og eg við nátturðaborðið har vit snakka um leyst og fast. Nú ljóðar tað kanska sum um hetta er nakað sum ikki hendir so ofta .. Men altso, ofta er okkurt tendra í bakgrundini. Eg trúgvi í flestu húsarhaldum í dag, so er nógvur larmur.. Larmur kann lættliga doyva nærveruna, tí tað skal so lítið til, hjá okkum at blíva órógvaði.

Men hvussu kunnu vit betra um hetta?

Tað krevur altso at vit eru tilvitaði um, nær vit eru til staðar og nær vit ikki eru til staðar. Prøva og hugsa teg um.. Dugur tú at seta fingurin á, nær tú vært ordiliga til staðar í dag? Og kanska eisini nær tú slett ikki vært til staðar, men hevði ynskt at tú vært. (tú kanst eisini prøva at minnast, hvør orsøkin var til, at tú ikki vært til staðar hasa løtuna).

Nú bleiv hetta so langt hjá mær, men tað er tí at eg haldi hetta evni verða so umráðandi. Hvønn týdning hevur tað hjá okkum at vitja tey og tey, og fara her og har, um vit slett ikki eru til staðar at njóta tað? Sindur býtt ha?

Vónandi fekk tú okkurt burturúr av at lesa hetta, soleiðis at tú kanst gerast meira tilvitað um, hvussu tín nærvera ávirkar tínar gerandis upplivingar.

og TAKK til Monu fyri hesar seks vikurnar við SKÍN’17!!

M&K

Skriv et svar