“Slåomkjólar” – eitt stórt mótahitt í vetur!

Óansæð hvørjum handli eg eri í, so renni eg meg í okkurt “slåom” plagg. Ja, altso er nakað føroyskt orð fyri hetta? Líka mikið. Tað sum eg vil við hesum, er at fortelja tykkum (og mær) at um vit ynskja at verða við í nýggjasta rákinum, so MUGU vit eiga eitt “slåom” plagg. Men vita tit hvat? Tað er faktiskt ordiliga avslappað at verða í, og so framhevar tað ofta okkara góðu vøkru kvinnuligu formar.

Við hesum rákinum er tað eitt pluss at hava stóra bringu og breiðar mjadnar! Yes!! endiliga okkurt, ið ikki bara riggar á strikum!

Eg fór beint á ASOS.COM, sum heilt sikkurt er ein av mínum yndis síðum at shoppa á. Har finni eg altíð okkurt bíligt, og lekkurt.

Hesir kjólarnir niðanfyri eru allir fyri UNDIR 300 kr!!! Whaaat?? (fær man virkuliga eitt plagg fyri undir 300kr í dag??) Er tað bara eg, ella eru klæðini sum heild, blivin nógv dýrari enn tey vóru fyrr??

Nåhh, men her eru hvussu er nakrir flottir frískir “slåom” kjólar, sum vit nokk allar hava ráð til.

Eg havi viðheft eina leinkju til allar kjólarnar, so tað er bara at trýsta á, so kemur tú inná síðuna. Um tú ynskir at finna fleiri “slåom” kjólar, kanst tú skriva “wrap dress” í leitifelti, so kemur ein ørgrinna fram.

***************

Tann fyrsti er hesin vakri eleganti myrkablái HER.

**************

Tann næsti er hesin fríski reyði við vøkrum blómuprynti á. Hann finnur tú HER

**********

Uhh, mær dámar væl gula litin á hesum. Trýst HER fyri at koma inná síðuna.

***********

Tað er altíð pent við einsum svørtum kjóla, sum hesum HER. Vakra blómuprintið piftar hann eitt sindur upp.

**********

Er tað ein litur, sum dominerar í heyst, so er tað reytt! Waaauw, hesin HER er frískur!

************

HER er aftur ein gulur. Hesin er eitt sindur einfaldur og lættur at seta saman við øðrum mynstrum, sum eisini eru sera nógv at síggja í heyst.

***********

So enda vit við hesum vaaaakra reyða HER! So er klárt til eitt kvøld úti á dansigólvinum ( haha.. ella bara eitt heima í sofuni)

Fann tú onkran sum tær dámdi??

M&K

Skriv et svar