Smáar Pavlova marrengs

 

14697249_10154668849668856_174561779_o

Tilfar til 10 lítlar Pavlova Marrengs

6 eggjahvítar

300 g sukur

Píska eggjahvítarnir til blandið er stíft og koyr síðani sukrið í so við og við ímeðan tú pískar. Koyr marrengs blandið í tríggjar ymiskar skálir og brúka fruktfarvu til at fáa teir litirnar tú ynskir. Brúka síðani ein sproytiposa til hvønn lit og síðani er bara at verða kreativ.

14697332_10154668859158856_1098137993_o

14699647_10154668858978856_1059813626_o

Omaná

Róma

Vaniljusukur

Flormelis

Jarðber/Bláber/Hindber

Marsipan

Píska róman væl og blanda flormelis og vaniljusukur í. Koyr róma á hvørja pavlova og  pynta síðani við berunum og rív marsipan omanyvir.

14618758_10154668849848856_10425146_o

 Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar