Smoothie Bowl – Gott í januar mánaði

img_9534

Jólini eru farin afturum og búkurin er víðkaður nakrar sentimetrar. Ella tað kennist í hvussu er so. Tað skjótt og lætt at venja seg við at eta góða jólamatin, men tað loysir seg nokk ikki at halda fram við tí alt ov leingi.

Eg eri ikki ein av teimum sum hevur tann stóra mathugin um morgunin. Eg helli meira til tann bólkin, sum kroystur okkurt niðurum, bara fyri at fáa eitt sindur av orku. Eg skal ikki siga, at um eitt lekkurt køkustykki stóð har, so skuldi eg nokk fingið mathugin. Men eg kann ikki eta køku allan dagin, so nú havi eg funnið eina aðra loysn.

Av tí at eg gangi í skúla og bara havi meg sjálva at hugsa um, havi eg faktiskt ofta góða tíð um morgunin. Eg eri ikki tann besta til at koma upp úr songini, so kanska eg ofta endi við at skunda mær, og hava minni góða tíð. Men í vikuskiftinum dámar mær væl at gera okkurt lekkurt til morgunmat til mín og sjeikin.

Nøkur hugsa kanska “hví skal man gera tað so pent?”. Jamen, tað noyðist man sjálvandi ikki, men mær dámar væl tá tað sær pent út. Tað smakkar sikkurt júst so væl um man tjummar tað í skálina. Soleiðis eru vit so ymisk og ja, onkuntíð kann tað blíva ov nógv. Men eg haldi vit skulu lata hetta upp til hvønn einstaka.

img_9538

Hendan smootie skálin er løtt at gera og kann setast saman á óteljandi hættir. Sum sagt, er tað ikki neyðugt at leggja so nógv fokus á pyntið um ein ikki hevur tíð til tað.

Tú hevur óivað sæð líknandi myndir á sosialu miðlunum. Tað havi eg í hvussu er, og eg havi verið hugtikin av hvussu hundan hesi fólkini bera seg at og hvat er sum er so fantastiskt við hesum morgunmatinum ella, hjá nøkrum dessertini.

Hetta er nemliga ordiliga sunt! Fyri mong av okkum kann tað verða torført at fáa røttu nøgdina av frugt og grønum hvønn dag. Við smootie skálini kanst tú fáa nógvar flugur við einum smekki. Hetta minnir sera nógv um ein vanligan smoothie, men er eitt sindur tjykkri.

Tú kanst sjálv júst hvat tú koyrir í tína smoothie bowl.

Hugskot til Smoothie Bowl til 1 persón

2 frystar bananir

1 – 1 1/2 lógva av berum ella fruktum

Umleið 2 dl av mjólkavøru (jogurt, skyr, mandlumjólk ella líknandi)

Koyr alt tilfarið í ein blendara til tað hevur ein samlaðan bleytan konsistens. Koyr tað síðani í eina skál og legg prýðið omaná.

Til prýði kanst tú nýta alskins nøtur, frugtir, sjokulátu, kjarnum osf.

img_9528

Góðan morgun og vælgagnist

M&K

img_9553

Skriv et svar