Smoothie v/ Kiwi og berum

Hetta er ein smoothie uppskrift eg gjørdi til Ó blaðið. Tað er ofta at eg ynski mær okkurt frískt um morgunin, og hetta kemur heilt sikkurt undir tann bólkin. Eitt frískt pust at byrja dagin við.

Smoothie v/ Kiwi og berum

Til tvær portiónir

1 kopp fryst jarber

¾ kopp fryst hindber

½ kopp fryst bláber

2 kiwi

1 kopp appilsindjús

2 tsk vaniljusukur

Sker skalið av kiwinum og sker tær í smáar bitar. Koyr síðani alt tilfarið í ein blendara. Um tú ynskir, tín smoothie eitt sindur tjykkri, so ber til at koyra jogurt í. Tá tilfarið er samlað til ein bleytan konsistens, er bert eftir at fylla gløsini og borðreiða.

M&K

Skriv et svar