Snickerskúlur – Mums!

Um tær dámar Snickers, so fert tú at elska hesar heimagjørdu snickerskúlurnar! Tær eru soo lekkrar og so er høvuðstilfarið dadlur. Yes! okkurt sunt og gott fyri búkin er í.

Tilfar til áleið 25 stk

65 g peanuts

225 g dadlur

2,5 skeið peanutbutter

100 g av myrkari sjokulátu

Arbeiðsháttur

Blenda peanuts í einum minihakkara.

Sker dadlurnar smátt áðrenn tú brúkar ein blendara, minihakkara ella okkurt líknandi og blenda tær saman við peanutbutter. Hetta kann taka eina løtu. Blanda síðani hakkaðu peanuts í saman við og blenda aftur (goym eitt sindur at stroya oman yvir kúlurnar). Tá hetta hevur fingið ein samlaðan konsistens, skal tað stillast á køl í áleið hálvan tíma.

Rulla nú deiggið í kúlur.

Smelta sjokulátuna yvir vatnbað og dyppa kúlurnar í. Stroy eitt sindur av restunum av blendaðum peanuts oman yvir hvørja kúla. Lat køla av so sjokulátan stívnar.

Goym í tættari eskju í køliskápinum.

Vælgagnist!

M&K

Skriv et svar