So fara vit aftur í “VÍÐAR BUKSUR”

vídar buksur 2 collage

Eg minnist so væl, tá vit gingu í víðum buksum. Tað var tá Spice Girls var frammi. So ja, tað eru nøkur ár síðani, eftir hondini. Men nú eru tær aftur her! (Ikki Spice Girls, men buksurnar). Hvat dámar tykkum? Eg plagi at siga við vinkonurnar “Vit kunnu akkurát tað sama keypa tær nú, tí vit fara í tær fyrr ella seinni at líka væl”. Soleiðis plagar tað at verða. Man skal líka venja seg við at síggja onnur í teimum, áðrenn ein sjálvur kemur so langt.

Tað kann kennast undarligt at fara frá okkara góðu gomulu “Skinny jeans”, men er tað ikki kanska tíð uppá eina broyting? Og hvat? Ein noyðist ikki at koyra sínar skinny jeans í ruskspannina, men kanska byrja við at ogna sær eitt par av buksum, við víðum brókum, so man fær ein bleytan yvirgang.

Tær víðu buksurnar, kunnu verða sera elegantar og kvinnuligar. Ein følir seg kanska eitt sindur fínan í teimum. Fyri nakrar, kanska í so fínan. Men tað handlar eisini um hvørjum ein setur tær saman við.

Á myndunum omanfyri, eru tær stylaðar rættiliga avslappandi, og tað riggar skidevæl! Til gerandisbrúk, við sneakers og t-shirt. Til ein túr í býin, einar lekkrar stillettir, topp og accessories.

Leyp út í tað, og hoppa við á mótabylgjuna.

Buksurnar á myndunum eru frá www.asos.com. Allar kosta undir 300kr, so tær kunnu bíleggjast heim til Føroyar, við ókeypis sending, uttan at gjalda toll.

M&K

Skriv et svar