So lætt er tað at gera kransakøku (NÝGGJÁRS) toppar

kransakoekutoppar

Tað veit denn er tað longu nýggjársaftan í dag. Øll rokast við at gera klárt til í kvøld og tú kanst enn náa at gera hesar lekkru kransakøkutopparnar. Leyp oman og keyp marcipan, tí restini eigur tú sikkurt inni.

Tá eg koyrdi heim í gjár, hugsaði eg um hvussu man mundi gera kransakøku. Eg minnist at mostir ofta gjørdi tað tá eg var yngri, og helle tað smakkaði væl. Eg setti meg at leita eftir uppskriftum og fann skjótt útav at tað sá sera lætt út. Kranskakøkan hoyrir líkasum nýggjárinum til, og tí vildi eg fegin royna hetta.

Eina løtu seinni ringir ein vinkona og spyr um eg havi hug at koma út til hana at gera kransakøkutoppar til nýttárið. Hvussu heppin kann man verða?? perfekt timing og eg leyp avstað.

Faktiskt skal man einans brúka marcipan, eggjahvíta og flormelis. Vit brúktu eina uppskrift frá Mette Blomsterberg og hon er sera einføld.

Tilfar til eina portión 

400 g marcipan

150 g flormelis

2 eggjahvítar

  img_9510

Arbeiðsháttur

Píska eggjahvítarnar og flormelis væl saman, og koyr síðani marcipani í smáum bitum í blandið og elt tað væl saman við hondini. Koyr síðani deiggið í ein tjúkkan sproytiposa og sproyta síðani smáar toppar á bakipappírið á bakiplátuni. Baka nú mitt í ovninum á 225 stig í 8-10 minuttir. Topparnir skulu hava eitt gylt sker, men ansa eftir so topparnir ikki brennast undir botninum.

img_9507

Brúka smeltaða skjokulátu, glasur og køkukrymmel at pynta topparnar við. Hetta smakkar himmalskt afturvið einum góðum temunni ella onkrum øðrum.

Um tú skalt í veistlu hjá onkrum, er upplagt at taka ein posa av kransakøkutoppum við til vertin.

img_9520

 Eg hopi tit øll fáa eitt fantastiskt kvøld!
GOTT NÝTTÁR!
M&K

Skriv et svar