So tað er tí vit shoppa!

Alt hvat eg kann minnast, havi eg elskað at hugt í handlar. Hæddarpunktið á vikuni, var um vit fóru ein havnatúr leygardag. Men hví var hetta nakað mær dámdi so væl? var tað biltúrurin? tað at vit gjørdu tað saman sum familja? at vit fóru til “stórbýin”? ella var tað at hyggja eftir klæðum/vørum, og koma heim við onkrum nýggjum?

At shoppa inniber so nógv meira, enn bara at at koyra kortið ígjøgnum..

At hyggja í handlar og shoppa er ein jagstran eftir eydnu og nøgdsemi. Vit eru nógv, sum brúka shopping, sum ein form av heilivági. Tá vit hava tað ringt ella eru undir trýsti, hjálpur shoppingin at flyta fokus. Nógv gerast bundin av hesum, og blíva við og við og við. Hjá nógvum er hetta eisini bara ein vani. Sum hjá mær.. Av tí at vit gjørdu tað tá eg var yngri, so bindi eg enn shopping við tann hugnan eg upplivdi tá. Aðrar vinkonur hjá mær, merkja somu kensluna, og tí kunnu vit nú deila hesa upplivingina. Áhh frata tað er hugnaligt! Eg haldi tað verða sooo hugnaligt, men tað er, sum at verða í einari boblu. (sum brestur tá ein kemur heim, og hyggur eftir kvittanunum).

Síðani eg byrjaði at arbeiða á gongugøtuni í Aarhus, eri eg farin at hugsa meira um hví vit shoppa. Tá eg sjálv eri til arbeiðis, haldi eg tað síggja so hugnaligt út, hjá øllum sum ganga og mala oman og niðan. Men samstundis klári eg ikki at lata vera við at hugsa um, hví tey ikki heldur brúka tíðina uppá okkurt meira skynsamt. Eg meini so við.. Hvat er tað vit gera, tá vit ganga og hyggja eftir vørum? Hví gera við tað og hvat gevur tað okkum? Hvør er motivatiónin?

Vit verða lokkaði so tað rungar eftir í. Seljarnir gera alt hvat teir megna, fyri at vit skulu leggja eitt sindur eftir, tá vit fara útum hurðina. Tey brúka rætta tónleik, frískligan anga, gott ljós osf. Hesar faktorarnir eru nógv av okkum ótilvitaði um, men teir rigga. Hetta er alt við til at trýsta okkum kundar, til at keypa eitt lítið sindur meir enn vit upprunaliga ætlaðu. Shit tað kennist væl, tá ein er í tí. Men áhh harra jesus, eg mangan eri komin heim við onkrum, sum eg slett ikki hevði brúk fyri og sum bara endaði aftast í hyllini í skápinum.

Trupulleikin er at vit fáa eitt fix av at keypa okkurt nýtt. Tað kann samanberast við, tá misnýtarar fáa stoffir. Men eins og hjá teimum, so hvørvur rúsurin skjótt, og vit vilja hava meira. Í dag er tað so lætt. Vit kunnu keypa á netinum, í handlum, frá hvørjum øðrum osf. Í flestu førum hava vit eisini møguleika, at lata vøruna inn aftur og fáa peningin útgoldnan aftur. Eg havi eina vinkonu, sum dámar sera væl at keypa klæðir! Altso, eg havi ikki upplivað nakað líknandi. Men hon keypur eitt plagg, tekur tað heim við, og finnur ofta útav at hatta ikki var júst tað hon vildi hava. Síðani fer hon aftur í handilin, og letur vøruna inn, og fær peningin aftur. (altso hon brúkar ikki vøruna, men ja, skiftir meining). Men síggja tit tað góða við hesum? Hon fær fixið hóast hon letur vøruna inn aftur! Tað er faktiskt slett ikki so býtt! Hon fær nøkta sín keypitørv, men samstundis, brúkar hon ikki pengar, og kann tískil blíva við og við. Tí hvat er tað vit menniskju altíð vilja hava?!

Vit vilja hava meira! Meira meira og meira.. av øllum. Vit hava tað so gott, at uttan at blunka, skifta vit alt út. Hevur tú hugsað um tað? Alt hetta pyntið vit keypa til heimið, øll klæðini og hesir endaleysu cafe túrarnir.. Vit hava ikki tørv á nøkrum av hesum. Men ístaðin er hetta ein tørvur, ið vit hava skapað okkum, tí vit liva í einum vælferðarsamfelagi.

Vit hava møguleikan at liva soleiðis, og tí er hetta tað “vanliga” fyri okkum.

Hevði eg bara kunna steðga við at keypt øll hesi tingini. Eg hevði so innarliga ynskt, at tað var møguligt, og trúgv mær eg havi roynt! Men onkursvegna er tað eisini ein partur av mínum kreativiteti. Tað at síggja, merkja og uppliva nýggjar vørur. Alt hetta er ein rungandi íblástur, sum blomstrar inni í mær. Alt tað vakra stimbrar mín hugburð og gevur mær gleði. Men hetta er ein dýr ítrottargrein, sum onga meining gevur, tá eg veruliga hugsi meg um. (okey, eg vil heldur ikki siga at aðrar ítrottargreinar, sum at sparka ein bólt, gevur so øgiliga nógva meining, men ja).

So hví keypa vit? Vit fáa snøkt sagt eitt fix! Tá vit keypa, verður ein partur av heilanum, sum eitur amygdala stimbraður. Tað er har okkara kenslur taka við, og har verða upplivingar eisini goymdar. So tá leygardagurin nærkast, vekjast minnini um hugnaligu havnatúrarnir, og tískil fái eg hug til at endurtaka tað. Hesar kenslurnar órógva mín logikk og skumpa meg út í óførið. So fyri tey, sum eru glað fyri at keypa, útloysir heilin endorfinir, sum gevur eina kenslu av gleði. Tískil eru tað okkara kenslur, sum hála okkum í rætningin at keypa og hetta eru allir vælvirkandi handlar tilvitaðir um. So tá tín yndis sangur verður spældur í handlinum, ávirkar hetta tínar kenslur, og tú fært hug at keypa meira!

So næstu ferð tú hyggur í handlar, lat tá kenslurnar liggja eftir og tak skilið við í staðin. So kanska tú kemur heim við færri posum og fleiri pengum.

M&K

Skriv et svar