Søta & salta bindiklubbakøkan

Tað kennist alt ov langt ímillum at eg stákist í køkinum. Eg má siga sum er, at hesin búkurin onkuntíð fær meg at kenna meg sum eina elli gamla ommu, sum helst bara vil liggja og gera minst møguligt. Náhh, men eg fekk tó tikið meg saman, tá vinkonurnar komu í bindiklubb. Hendan køkan er perfekt til júst tað, tí nógv kann gerast framman undan. So eg bakaði botnarnar og gjørdi budingin kvøldið fyri, og so var bara tað lætta eftir.

Marengsbotnar 

4 eggjahvítar

3 dl sukur

1 pk tuc keks við salt

Sjokulátakrem 

60 g smør

200 g kókisjokulátu

3 spsk sukur

4 eggjablommur

Ímillum og omaná

1 pk vaniljubuding

500 ml róma

peanuts

2 stk Risa Hraun sjokuláta barr

 

Arbeiðsháttur

Píska eggjahvítarnar stívar. Koyr síðani sukrið í so við og við ímeðan tú pískar. Hetta skal blíva til eitt tjúkt marengs krem og síðani rørir tú knústu tuc teksirnar spakuliga saman við. Deil hetta í tveir klæddar springformar á áleið 20 cm. Set ovnin á 175 stig og baka mitt í ovninum í 25 minuttir.

Ger budingin sum vegleiðingin sigur á pakkanum og lat hann kølna.

Til sjokulátakremið byrjar tú við at smelta smørið í einari lítlari grýtu. Koyr síðani kókisjokulátuna í saman við og lat hetta smelta saman. Tak grýtuna av plátuni og rør sukrið og eggjablommurnar í við einum pískirísi. Set sjokulátakremið á køl áðrenn tú stoytir tað oman yvir báðar marengsbotnarnar.

Píska nú róman og blanda eitt sindur av honum saman við budinginum. Hetta gevur budinginum ein lekkrari konsistens.

Sker risa hraun sjokulátuna í smáar bitar.

Nú fara vit at leggja køkuna saman – Legg fyrst ein marengsbotn og koyr budingin oman yvir. Stroy eitt sindur av peanuts og risa hraun sjokulátuni omanyvir. Legg nú seinna marengsbotnin omaná. Stroy róman ovast og enda við at stroya restina av risa hraun sjokulátuni og peanuts omaná.

Tips – um tú skalt gera køkuna til bindiklubban, so kanst tú saktans baka marengsbotnarar og gera budingin og sjokulátakremið dagin fyri. So er bara at píska róman, skera sjokulátuna og leggja saman eftir. Soleiðis fer tað ikki við so nógvari tíð.

Hendan køkan smakkar fantastiskt, og hevur júst røttu mongd av øllum, so hon ikki gerst aaaalt ov søt.

M&K

Skriv et svar