Søtir sukurbitar við skumfidusum

14697169_10154668892073856_669408189_o

Tað er vikuskifti og tað hongur í mínari verð saman við at man gott kann hugna sær eitt sindur eyka. Tá eg var yngri høvdu vit ikki fastan bommdag, men eitt var sikkurt, at fríggjakvøld tá fekk búkurin hvussu er okkurt lekkrari niðurum enn vanligt. Tað kom ikki uppá tal at vit ótu ræstan fisk fríggjadag, neinei, tí fríggjadag tá skuldi man hugna sær. So kanska fríggjadagurin ótilvitandi var mín bommdagur, og tað hongur við enn.

Hesir lekkru sukurbitarnir eru perfektir til barnaføðingardagin ella bara afturvið einum drekkamunni. Ja hetta er fult av sukri, men tað skal tað eisini vera pláss fyri viðhvørt. So tað er bara at koma í gongd 🙂

Tilfar

200 g skumfidusir

5 dl av ricecrispies

50 g smør

køkusdrýss

Arbeiðsháttur

Hita smørið í einari grýtu og koyr helvtina av skumfidusunum í. Rør runt til tað er ein bleyt massa og koyr síðani restina av skumfidusunum í. Rør aftur runt og koyr síðani ricecrispies  og køkudrýssi í. Rør saman til tað er samanhangandi. Tað kann verða torført at røra, tí tað er so klistrugt.

Smyr ein form við smøri ella koyr bakipappír í. Síðani koyrir tú blandið í og trýstir tað flatt við einari skeið. Set síðani á køl í 1-2 tímar. Síðani skerir tú tað í bitar og so er klárt!

14699535_10154668922068856_1947115772_o

14678043_10154668892503856_1902338220_o

14646696_10154668892533856_903923824_o

14689105_10154668892323856_2085930176_o

Skriv et svar