Soleiðis kanst tú pakka títt kuffert. Føroyar here I come!

Endiliga er tað í dag, at eg fari heim aftur til oyggjarnar. Áhh sum eg gleði meg. Men tað sum skal henda áðrenn, eg komi so langt, eri eg minni spent uppá. Eg eri tann vánaligasta til at pakka mítt kuffert, tí eg vil hava alt við. Men sjálvandi vil eg tað, tá eg skal verða heima í tveir mánaðar. Tað er jú long tíð. Eg veit ikki hvussu eg skal bera meg at, so nú havi eg leitað mær eftir góðum ráðum. So her koma nøkur góð ráð, um tú, eins og eg, skalt til Føroyar at búgva í summarfrítíðini.

  • Hav heldur eitt stórt kuffert, ístaðin fyri fleiri smá. Hetta er nógv lættari at ferðast við.
  • Klæðir sum tú ikki brúkar heima, brúkar tú nokk heldur ikki í Føroyum.
  • Hugsa klædnasett, tá ið tú pakkar. Soleiðis endar tú ikki við at hava 20 blusir, 1  par av buksum og 5 pør av skóm. Ístaðin hevur tú nøkur sett, sum tú eisini kanst mix’and’match.
  • Vel tær ein heitan jakka, ein fínan jakka og ein sum riggar til tað mesta av tínum settum.
  • Vel einar stilettir, einar skógvar sum eru góðir at ganga í og einar sum rigga til tað mesta.
  • Vel tey vakurleika produktini, sum eru neyðug. Tú hevur ikki brúk fyri 7 ymiskum kremum, shampoo, balsam, hárlakki osf.
  • Minst til pengar, pass og bilett.

13453413_10154329929763856_30361068_o

Nú eri eg spent at vita, hvussu tað fer at gangast hjá mær. Eg eri nemliga eisini av slagnum, sum pakkar í seinastu løtu. Men ofta pakki eg í høvdinum áðrenn, so tá eg fari í gongd, so veit eg akkurát hvat eg skal hava, og tá gongur tað skjótt. Sum tú sært á myndunum, so kláraði eg tað! Eg eri soo stolt at eg fekk alt í tvey kuffert. Eg má tíverri viðganga, at eg ikki helt meg til míni góðu ráð. Tað bleiv ein ov stór avbjóðing, at velja trý pør av skóm. Men, so leingi alt passaði í, so er super!

Nú eri eg klár at fara!

Síggjast í Føroyum,

M&K

Skriv et svar