Bindigleði – Sóljugula troyggjan úr restum

Nakað sum nokk liggur til nógvar føroyskar kvinnur, er áhugin fyri at binda. Eg eri sjálv ikki so ófør, men nú tá eg eri í barnsburðarfarloyvi og havi eina lítla diddu áveg, fekk eg hug at taka stokkarnar fram aftur. Trupulleikin hjá mær, hevur altíð verið at eg dugi sera illa at fylgja bindiuppskriftum. Ja, hvussu ger man so?

Eg fekk vermammuna at leggja mær lag á, tá tað kom til hvussu nógv eygu eg skuldi kasta uppá bulin og ermholini. Super, so hetta setti seg fast í mínum huga. Um eg brúkti stokk 2,5-3,5 kundi eg kasta áleið 100 eygu á bulin og áleið 30 eygu til ermurnar. Alt eftir hvat tógv eg brúkti, so fór hetta at passa til eitt barn, ið var um 1-5 mánaðar.

Eg kom í tankar um hetta flotta gula tógvi, sum eg mintist at mamma hevði átt so nógv av einaferð. Hetta var skraggandi gamalt, men eg fann so eina tógvarest av hesum, og brúkti so onkrar restir, sum eg so átti. So brúkti eg bara hugflogið, so við og við sum eg bant. Hetta er tað mær dámar best, nemliga at kunna gera tað sum eg havi hug til, ístaðin fyri at skula fylgja onkrum so nágreiniliga.

Tá eg fór í gongd, hevði ikki ordiliga hóming yvir hvat endaúrslitið fór at verða. Eiheldur var eg vís í at hetta yvirhøvur fór at blíva til nakað brúkiligt. Men pína knút! Eg eri so glað fyri úrslitið og haldi at troyggjan bleiv so fitt. Fyri at hon ikki skuldi verða ov strøm um hálsin, heklaði eg tvær lykkjur í síðuni, og har havi eg koyrt silkibandið í.

Troyggjan er eitt lítið sindur stór, so hetta verður neyvan tann fyrsta dukkan hjá okkum fer í. Men kanska tá hon verður áleið 3-4 mánaðar.

Binda tit eisini eftir hugflogi ella fylgja tit heldur uppskriftum?

M&K

Skriv et svar