Spagetti carbonara! MUMS!

“Jamen eg fekk vitjan” er mín yndis umskyldningur fyri at gera lekkran mat!

14632639_10154668892158856_2056447373_o

Eg fekk eina vinkonu á vitjan til frokost og eg hevði mungað so leingi eftir pastarætti. Eg eeeelski sovrigt svans, tað er bara ikki so gott fyri kroppin. Men alt við máta! So hendan kalda hósdagin, var tað pláss fyri onkrum lekkrum. Uppskriftin er einføld og stórsta útfordringin er at smakka rættin til við kryddaríðum.

Tilfar til 2 persónar

400 g pasta

200 g fleskaterningar

1 reyðleyk

3 fet av hvítleyki

2 dl av róma 8%

Steik fleski á pannu til tað er broyskt og koyr tað síðani í eina skál. Kóka pastaðið. Brúnka nú leykin og hvítleykin og koyr síðani róman í. Gev tær tíð til at smakka sósina til við pipar, salt, chili, oregano og øðrum góðum. Koyr pastaðið í sósina og blanda tað saman. Nú er klárt! Borðreið rættin við breyði afturvið.

Vælgagnist!

M&K

 

Skriv et svar