“Spagetti” og kjøtsós! Ein sunnari útgáva

Squash “spagetti” og kjøtsós

IMG_0859

Áhh sum eg elski spagetti og kjøtsós! Tað er ein sikkur vinnari. MEN… tað er ikki tað sunnasta.

Teir seinastu tveir mánaðarnar, hava sjeikurin og eg roynt at broytt okkara kostvanar. Tískil hava vit ikki etið pasta, eplir, chips, rís osf. Hetta hevur gingið fínt, men viðhvørt saknar man tað vanliga tilhoyrið. Tað ræður bara um at finna aðrar møguleikar, sum kunnu nýtast í staðin fyri, tað sum man plagar at eta. Ein dag sá eg eina lýsing, við hesum tólinum, sum kann nýtast at gera grønmeti til “spagetti”. GENIALT!

Eg havi roynt tað við ymiskum grønmeti, men haldi avgjørt at tað riggar best við squash. So kann man antin kóka tað ella líka hita tað á pannuni. Altso, hetta smakkar framúrskarandi, og tú fært júst somu kenslu, sum tá tú etur spagetti. Hetta er ein frálíkur møguleiki, um ein vil spara uppá kaloriu inntøkuna.

Tað er stórur munur á kaloriunum:

  • Umleið 20 kcal í einari squash (uml. 200g)
  • Uml. 300-400 kcal í 100g spagetti

IMG_0813

Eg keypti hann í Kvickly, men haldi bestemt at tey selja hesar hjá Mariu Poulsen í Havn.

IMG_0854

MUMS! Vælgagnist.

M&K

Skriv et svar