Spreið tínar veingir – Summarfuglaveggurin

IMG_8174

 

Áhh sum eg haldi tað er deiligt at fara í gongd við kreativar verkætlanir. Eg kundi sitið við tílíkum allar dagin! Tað er so hugnaligt at sita við um kvøldið, og um tú hevur børn, so er hetta perfekt at gera saman.

Eg vildi hava okkurt øðrvísi á veggin, og tí fór eg á netið at finna íblástur. Eg kom fram á hetta, og fór beint í gongd. So manglar tær prýði á veggin, so er hetta ein møguleiki.

Tað sum tú skalt brúka er:Summarfuglur

  • Mynstur av summarfugli at tekna eftir.
  • Ein saks.
  • Karton pappír
  • Tape sum klistrar á báðum síðum
  • Tolsemi

Eg fann eitt mynstur av einum summarfugli, teknaði og klipti hvønn einstaka út úr karton pappíri. Síðani boyggir tú summarfuglin, soleiðis at veingirnir koma út frá vegginum. Hetta skapar djúpd.

Til at festa summarfuglarnar á veggin, havi eg nýtt tape, ið klistrar á báðum síðum. Hetta fer ikki illa við tapetinum, men heldur sera væl.

Vit eru ordiliga glað fyri summarfuglarnar á vegginum. Hetta er ein bílig, kreativ loysn, sum øll kunnu gera.

Lat tolsemið verða við tær!

IMG_8066

 

IMG_8175

M&K

Skriv et svar